Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í hesum árganginum, fødd í 1968, vóru 4 flokkar, sum byrjaðu í skúlanum við Ósánna. Harafturat vóru næmingar Norðan fyri fjall, í Haraldsundi og í Kalsoynni. Í alt vóru umleið 120 næmingar. | Mynd: Dávur Winther

Árgangur 1975 í Klaksvíkar skúla hittist til veitslu

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther & Annika Sølvará  |  26.07.2025 - 17:34 Mentan Tíðindi

Í dag hittust umleið 60 av teimum, sum fóru í Klaksvíkar skúla í 1975, ella sum løgdust afturat í framhaldsdeildini. Hetta er triðju ferð, at allur árgangurin hittist. Fyrstu ferð var í 2005 og aðru ferð í 2010.

Byrjað varð á Skúlatrøð við vælkomu, felagssangi og eini minnisløtu fyri teimum 7, sum eru farin. Símun Petur Hjelm kunnaði um nýggja skúlan, sum fleiri vitjaðu fyri fyrstu ferð.  Nógv var at práta um afturvið einum drekkamunni og kaku. Til seinast var ein sangur sungin, sum varð yrktur til høvið, og felagsmyndir tiknar.

Síðani fóru øll niðan á Spinnaríið, har Heri Ellingsgaard og Ivan Isaksen fortaldu um húsið og verkætlanina.  

Dagurin endaði við veitslu við øllum, sum hoyrir til. 

Fleiri enn 100 næmingar í árgangi 1975

Í hesum árganginum, fødd í 1968, vóru 4 flokkar, sum byrjaðu í skúlanum við Ósánna. Harafturat vóru næmingar Norðan fyri fjall, í Haraldsundi og í Kalsoynni. Í alt vóru umleið 120 næmingar.

Frá fyrsta til fjórða flokk gingu øll við Ósánna. Í 1979, tá skúlin á Ziskatrøð gjørdist sjálvstøðugur, fluttu tríggir flokkar niðanum vegin í ovara skúla, meðan ein varð verandi í niðara skúla og býttur í tvey.

Í framhaldsdeildini komu næmingar av Viðareiði, úr Hvannasundi og Norðdepli í ein flokk afturat í ovara skúla.

Flokslærarar í 1. flokki vóru:
1 a: Johannes Johannesen
1 b: Elisa Waag
1 c: Betty Højgaard
1 d: Eyðfinnur Hansen     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…