KÍ hevur fingið nýggjan bakk
KÍ kunnger í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við nýggjan vinstra bakk. Magnus Powell lýsir hann sum vongbakk á KÍ-heimasíðuni og so er spurningurin, um hetta er ein ábending um, at KÍ fer at spæla við vongbakkum í ár. Tað merkir eina skipan við trimum ella fimm í verjuni.
KÍ skrivar:
Robert B.C. Williams, sum kemur frá Egersund IK í Obos-ligaðini, hevur gjørt tvey ára sáttmála við KÍ
Um nýggja leikarin sigur Magnus Powell venjari,
- Vit fegnast um at Robert verður partur av besta mansliðnum. Hóast bert skjótt 25 ára gamal, hevur hann drúgvar royndir á høgum støði. Vit fáa ein kvikan álopsinnaðan vongbak, sum eisini er frálíkur í verjustøðu ein-ímóti-einum. Vit venjarar vóna og vænta, at hann kann mennast enn meir í okkara fótbóltsumhvørvi.
Til ki.fo sigur Robert Williams,
-Mítt val fall á KÍ, sum eg veit er eitt gott og spennandi felag. Eg havi hoyrt, at KÍ er ein søguliga væl virkandi felagskapur við frálíkum umstøðum at at menna fótbóltsevnini til enn hægri stig. Avbjóðing bæði at luttaka í landskappingini og á altjóða støði síggi eg við spenningi fram til.
Nýggi vinstri bakkurin kemur eftir ætlan mikudagin og verður við í venjingunum seinni í vikuna.