Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sirið Stenberg, nýtilnevnd varaløgkvinna, boðaði 2. november, tá hon varð vald til forkvinnu í Tjóðveldi, at nú fór hon at savna flokkin. Ein máti at gera tað uppá er at fáa norðurøkið til aftur at vilja Tjóðveldi | Mynd: Jóhann Lützen

Gylta løtan at savna flokkin er nú, Sirið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2024 - 08:46 Leiðarin Politikkur

Tað var ikki bara forfólk, Tjóðveldi skifti út á forfólkavalinum 2. november. Forkvinna varð vald, sum kom úr øðrum jørðildi enn undanmaður hennara. Úr syðsta útjaðaranum í landinum, Suðuroyar sunnaru helvt. Men flokkurin skifti eisini kós. Eitt tað fyrsta, forkvinnan fráboðaði alment, var, at sáttmálin við Russland var til at liva við. Nú er hann komin í hús og fingin aftur um bak. Næsta mál má vera at gera Tjóðveldi til ein flokk fyri alt landið aftur. Og tað kann gerast longu nú við at seta landsstýrisfólk norðanífrá

 

 

Á valinum í desember 2022 fekk Tjóðveldi 6 tingfólk vald. 4 teirra komu úr Suðurstreymoy og 2 úr Suðuroy. Men landsstýristelvingin gjørdi, at báðir suðuroyingarnir fóru í landsstýrið, og fyri tey komu 2 havnarfólk á ting. Nú var løgtingsmanningin uppaftur meira sentral við 5 tingfólkum úr Suðurstreymoy og einum einstøkum úr Norðoyggjum.

Tað hevur givið at bíta, at Tjóðveldi seinastu áratíggjuni hevur verið miðsavnað um høvuðsstaðin við einum periferum undantaki, sum váttaði meginregluna. Vinnulívsøkini norðanfyri vórðu púrasta hektað av í fiskivinnupolitikkinum, og tað gav at bíta. Løgtingsvalini 2015, 2019 og 2022 fekk Tjóðveldi als onki umboð valt norðan fyri Hoyvík (varafólk hevur tó verið).

Nú spjaðandi fiskivinnunýskipanin er søga, er møguleiki fyri at vinna norðurøkið aftur!

Nýggja forkvinnan hevur boðað frá, at hon ætlar at savna flokkin. Meinar hon tað, er neyðugt at vísa tað í verki. Bert at taka undir við at taka undir við einum máli um eina fiskiveiðiavtalu, sum er ópopulér millum havnarfólk, er ikki nóg mikið. Flokkinum má tryggjast umboðan.

Vit skulu tí vísa á, at eitt upplagt høvi – ella sum í yvirskriftini rópt ein gylt løta – at gera tað er beint nú. Høgni Hoydal er í ferð við at trekkja seg frá yvirhálingsbananum í politikki, og fyri stuttari løtu síðani segði hann eisini varaløgmanssessin frá sær. Honum eigur at verða sagt takk fyri trúgva tænastu og givin ein heiðursessur í fólkavalda løgtinginum. Og hvør veit? Møguliga ein tingformanssess eftir komandi val, telvar hansara eftirkvinna rætt.

Eftir seinasta løgtingsval segði Javnaðarflokkurin, at orsøkin til, at hann vann valið stórt við 9 mandatum var, at flokkurin satsaði uppá at verða stórur bæði í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum. At tann flokkurin so er ávegis at lorka undirtøkuna burtur aftur, skal ikki komast inn á her. Men í júst teirri útsøgnini hevði hann rætt. Og skal Tjóðveldi nakrantíð aftur gerast ein stórur flokkur, sum kann kappast við teir tríggjar stóru, so er neyðugt at vinna bæði miðstaðin og útjaðaran.

Tí er tað skilabesta, sum Sirið Stenberg kann gera fyri at røkka sínum egna máli, at seta eitt landsstýrisfólk norðanífrá í landinum. Tað mest upplagda er sjálvsagt ein fiskimálaráðharri (m/k, sjálvandi) úr Norðoyggjum. Vágur situr í dag við 2 landsstýrisfólkum og er tí framvegis umboðaður við einum, skuldi núverandi fiskimálaráðharrin farið aftur í tingið. Fer Høgni Hoydal so eisini aftur í tingið, er rúm fyri einum øðrum landsstýrisfólki, sum til dømis kundi verið eitt óskrivað blað úr Suðurstreymoy fyri at varðveita landsstýrisumboðan har.

Við at gjørt tað kundi forkvinnan eisini loyst trupulleikan við leysu kanónunum í varamanningini, sum høvdu mugað vikið sætini fyri landsstýrismenninar.

Tjóðveldi hevur mangar góðar kandidatar norðanfyri Hoyvík, ið kundu tikið embætini á seg. Trupulleikin hevur verið, at hugt hevur ikki verið í ta ættina í eini 15 ár. Við útmeldingini um at savna flokkin aftur hevur Sirið Stenberg birt vón um, at flokkurin nú fer at gera tað – og hví ikki leggja til brots við eini savnandi ministararokadu?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…