Lýsing

Stuðulsfólk til 20 ára gamlan mann

 

Stuðulsfólk til 20 ára gamlan mann, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali

 

Um starvið

Talan er um stuðulsstarv fýra dagar um vikuna eftir nærri avtalu í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið. Annar stuðul er í starvi 1 dag um vikuna.

Arbeitt verður skúladagar frá klokkan 7.30 til skúladagurin er liðugur, ella til kl. 16.00.

Uppmøtingarstaðurin er úti á Nesi í Eysturoy og arbeiðsdagurin endar sama stað.

Stuðulstímar fyri almannaverkið aftaná skúlatíð verða avtalaðir millum drongin og stuðulin.

 

Arbeiðsuppgávurnar

Talan er um ein 20 ára gamlan mann við rørslutarni, sum gongur á Náttúrubreyt á Kambsdali. Arbeiðsuppgávan er at koyra hann í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at vera um hann í skúlanum at hjálpa og stuðla í praktiskum og persónligum viðurskiftum, so næmingurin kann hava møguleika at vera í skúla saman við flokkinum og vera partur av flokkinum. Tað snýr m.a. seg um viðurskifti í samband við samskifti, gera klárt til undirvísingartímarnar og flutning. Tú ert um næmingin gjøgnum dagin í tann mun, tað er neyðugt, men ert tøkur alla skúladagin eftir tørvi.

Harumframt kann uppgávan fevna um at vera stuðul nakrar tímar í frítíðini. Møguleiki er eisini at taka vikuskiftisvaktir fyri Almannaverkið. Hetta verður skipað eftir nærri avtalu.

 

Førleikar/væntanir

Neyðugt er ikki við einari ávísari útbúgving, men tað er týdningarmikið, at “relatiónin” millum teg og drongin er góð. Vit vænta, at tú evnar og tímir eitt arbeiði, har tú ert sera tætt at einum øðrum menniskja.

Vit vænta, at tú hevur eitt lætt lyndi, og at lagið er gott. Um tú hevur staðið miðnámsútbúgving fyri ikki so langari tíð síðan, og ert kendur við umhvørvið, kann tað møguliga vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið. Væntað verður, at tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri.

Til dagligt kemur stuðulin at arbeiða tætt saman við dronginum. Stuðulsfólkini koma eisini sínámillum at hava møguleika at samskifta og sparra um stuðulsuppgávuna, og eisini verður møguleiki at samskifta við leiðara í eindini, tá tørvur er á tí.

Fyri at fáa starvið er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið, soleiðis at alt virksemi í skúlatíðini er starv á skúlanum, har tann, ið settur verður er partur av starvshópi skúlans, meðan koyring til og frá skúla og virksemi uttanfyri skúlatíð er undir Almannaverkinum við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini Likamligt brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Starvið er í løtuni 32 tímar um vikuna + tímar eftir avtalu við Almannaverkið og kann vara til 30. juni 2027

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Starvið verður sett at byrja skjótast til ber. Skúlaparturin av starvinum byrjar 10. august.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi á ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi mikudagin 8. juli 2026 kl. 23.59.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, tlf. 742031, viðvíkjandi skúlapartinum ella til Súsannu Crooks, leiðara, telefon 297558, viðvíkjandi uppgávunum undir Almannaverkinum.

 

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

At verða um ein 20 ára gamlan rørslutarnaðan mann, at fylgja honum í skúla og hjálpa honum við praktiskum tingum.

 

Útbúgving og almenn krøv

Koyrikort til persónbil og kropsliga og sálarliga væl fyri. Góðir sosialir førleikar.

Aftur
Bussførari til landleiðina
Umsóknarfreist:
2. jul 2026
Kokkalærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Fiskarøktari til smoltstøð­ina á Viðareið…
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Vaktar­fólk til lívfiskastøð­ina við Áir
Umsóknarfreist:
30. jun 2026
Tænaralærlingur
Umsóknarfreist:
28. jun 2026
Gigni søkir heilsu­frøð­ingar/­sjúkrarøktar…
Umsóknarfreist:
29. jun 2026
Reingerðar­fólk til Miðnám á Kambsdali
Umsóknarfreist:
8. jul 2026
Framleiðslu- og goymslu­fólk
Umsóknarfreist:
3. jul 2026
Stuðuls­fólk til 20 ára gamlan mann
Umsóknarfreist:
8. jul 2026
Húsasmiðir
Umsóknarfreist:
29. jun 2026