Vertir til poddvarpssendingar hjá Norðlýsinum
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at bera tað fram fyri øðrum?
Norðlýsið leitar eftir nýggjum vertum til poddvarpssendingar. Vit ynskja at menna eitt fjølbroytt og livandi útboð av sendingum, sum taka støði í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum – og vit hava brúk fyri tær.
Vit leita eftir vertum til ymisk sløg av sendingum:
- Kjaksendingar
Har luttakarar – ofta úr lokalsamfelagnum – skifta orð um aktuell og viðkomandi evni. - Ítróttasendingar
Frásagnir, kjak og samrøður um kappingar, úrslit, feløg og ítróttafólk. - Frásagnir frá tiltøkum
Beinleiðis ella upptiknar sendingar frá størri tiltøkum, so sum Norðoyastevnu, Summarfestivalinum, Sjómannadegnum, Torradøgunum, Grækarismessu, Flaggdegnum og øðrum mentanartiltøkum, konsertum og fyrilestrum. - Ungdómssendingar
Har ung framleiða innihald til onnur ung. - Tónleikasendingar
Við rúmi fyri ymiskum tónleiki – eisini við denti á lokalar tónleikarar og útgávur. - Søguligar sendingar
Um søgu, hendingar og persónar, sum hava havt týdning fyri lokalsamfelagið. - Vinnuligar sendingar
Um vinnugreinar, fyritøkur, menning og framtíðarútlit. - Andaligar sendingar
Har kirkjur og samkomur fáa møguleika at koma til orðanna.
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri einum ella fleiri av omanfyri nevndu økjum
- Dugir at samskifta greitt og áhugavert
- Hevur hug at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- Er opin fyri samstarvi og menning av innihaldi
Royndir innan miðlar eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða:
- Ein pall at bera fram tíni áhugamál og hugsjónir
- Møguleika at seta tín dám á lokala miðlaumhvørvið
- Vegleiðing og stuðul í framleiðsluni
- Eitt spennandi og fjølbroytt samstarv
- Løn eftir avtalu
Hevur hetta tín áhuga?
So vilja vit fegin hoyra frá tær. Send eina stutta umsókn á johann@nordlysid.fo , har tú greiðir frá tær sjálvum og hvørja sending tú kundi hugsað tær at staðið á odda fyri.
Set teg í samband við Norðlýsið á tlf 221991 fyri nærri kunning.
Vit sóknast eftir køksfólki
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
1. jun 2026
Starvsfólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
15. mai 2026
Vertir til poddvarpssendingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
11. mai 2026
Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
21. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
11. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/bartendara/bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
1. jun 2026
Leiðari til teknisku- og maskindeild á K…
Umsóknarfreist:
20. mai 2026
20. mai 2026
Vit sóknast eftir uppvaskara at byrja su…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
1. jun 2026
Summarstørv og avloysararstørv í Klaksví…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
11. mai 2026
Dekkari til "Bakkanes"
Umsóknarfreist:
4. mai 2026
4. mai 2026