Lærari til EL-deildina á TSK (fulltíðarstarv)
El-deildin á TSK sóknast eftir lærara til elektrikarayrkið.
Førleiki
Yrkisútbúgving sum elektrikari, í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir, kunnleika til telduforrit og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum. Umsøkjari við útbúgving sum el-installatør, maskinmeistari ella onnur viðkomandi víðari útbúgving hava fyrimun.
Av tær vænta vit, at tú
- Hevur áhuga í at menna tínar førleikar
- Hevur kunnleika til og nýtslu av KT
- Ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur
- Brennur fyri støðugari persónligari menning
- Hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga
- Hevur góð evni til samstarv og
- Trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk.
Umsøkjarir við viðkomandi undirvísingarroyndum hava fyrimun.
Starvið
umfatar undirvísing av næmingum/lærlingum í el-yrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.
Setanartreytir
fulltíðarstarv og eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.
Í seinasta lagi 2 ár eftir at lærari er settur í fast starv, skal hann hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum landsstýrismaðurin skipar fyri ella hevur góðkent, sbr. Námsfrøðikunngerðina, um henda útbúgving ikki er lokin frammanundan.
Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 27. apríl 2026, kl.15.
Lærarin skal taka við starvinum 10. august 2026.
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Brian Vágslíð, deildarleiðara (brian@tsk.fo) ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
22. apr 2026
1. mai 2026
26. apr 2026
27. apr 2026
29. apr 2026
20. apr 2026
20. apr 2026
28. apr 2026
24. apr 2026