Lýsing

Stuðulsfólk til 19 ára gamlan drong

 

Stuðulsfólk til 19 ára gamlan drong, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali

 

Um starvið

Talan er um stuðulsstarv ein dag vikuna eftir nærri avtalu í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið. Annar stuðul er í starvi 4 dagar um vikuna.

Arbeitt verður skúladagar frá klokkan 7.30 til klokkan 16.00, ella til skúlin er liðugur. Uppmøtingarstaðurin er úti á Nesi í Eysturoy og arbeiðsdagurin endar sama stað.

Stuðulstímar aftaná skúlatíð verða avtalaðir millum drongin og stuðulin.

 

Arbeiðsuppgávurnar

Talan er um ein 19 ára gamlan drong við rørslutarni, sum gongur á Náttúrubreyt á Kambsdali. Arbeiðsuppgávan er at koyra drongin í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at vera um drongin í skúlanum at hjálpa og stuðla í praktiskum og persónligum viðurskiftum, so næmingurin kann hava møguleika at vera í skúla saman við flokkinum. Tað snýr m.a. seg um viðurskifti í samband við samskifti, gera klárt til undirvísingartímarnar og flutning. Tú ert um næmingin gjøgnum dagin í tann mun, tað er neyðugt, men ert tøkur alla skúladagin eftir tørvi.

Harumframt kann uppgávan fevna um at vera stuðul nakrar tímar í frítíðini. Møguleiki er eisini at taka vikuskiftisvaktir fyri Almannaverkið. Hetta verður skipað eftir nærri avtalu.

 

Førleikar/væntanir

Neyðugt er ikki við einari ávísari útbúgving, men tað er týdningarmikið, at “relatiónin” millum teg og drongin er góð. Vit vænta, at tú evnar og tímir eitt arbeiði, har tú ert sera tætt at einum øðrum menniskja.

Vit vænta, at tú hevur eitt lætt lyndi, og at lagið er gott. Um tú hevur staðið miðnámsútbúgving fyri ikki so langari tíð síðan, og ert kendur við umhvørvið, kann tað møguliga vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið. Væntað verður, at tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri.

Til dagligt kemur stuðulin at arbeiða tætt saman við dronginum. Stuðulsfólkini koma eisini sínámillum at hava møguleika at samskifta og sparra um stuðulsuppgávuna, og eisini verður møguleiki at samskifta við leiðara í eindini, tá tørvur er á tí.

Fyri at fáa starvið er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið, soleiðis at alt virksemi í skúlatíðini er starv á skúlanum, har tann, ið settur verður er partur av starvshópi skúlans, meðan koyring til og frá skúla og virksemi uttanfyri skúlatíð er undir Almannaverkinum við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini Likamligt brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag við setan frá miðjum februar.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi á ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi 26.07.2025 kl. 23.00.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, tlf. 742031, viðvíkjandi skúlapartinum ella til Súsannu Crooks, leiðara, telefon 297558, viðvíkjandi uppgávunum undir Almannaverkinum.

 

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

At verða um ein 19 ára gamlan rørslutarnaðan drong, at fylgja honum í skúla og hjálpa honum við praktiskum tingum.

 

Útbúgving og almenn krøv

Koyrikort til persónbil og kropsliga og sálarliga væl fyri. Góðir sosialir førleikar.

 

 

Aftur
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
Umsóknarfreist:
26. jul 2025
Ráðgevi til Mat- og tilfeingis­húsið
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Lærari til Timburdeildina
Umsóknarfreist:
10. jul 2025
Maskin­fólk til vaktar­skipan á Strond
Umsóknarfreist:
13. jul 2025
Vaskifólk til Tofta skúla
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Útkoyrandi mekanikari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025
Bakkafrost søknast eftir arbeiðs­fólki ti…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Vaskifólki til fimleika­høll­ina í Tofta s…
Umsóknarfreist:
15. jul 2025
Smiður/­sveisari
Umsóknarfreist:
7. jul 2025