Lýsing

Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkrahús

Útboð av leigumáli til Klaksvíkar Sjúkrahús – smærri leigumál til læknar og onnur heilsustarvsfólk

 

Í sambandi við at Klaksvíkar Sjúkrahús fer undir heildarumvæling av starvsfólkabygninginum, hevur sjúkrahúsið tørv á at umhýsa læknar og onnur heilsustarvsfólk, ið vanliga búgva í starvsfólkabygninginum í sambandi við arbeiðsdagar og vakt.

Klaksvíkar Sjúkrahús leitar eftir smærri leigumálum; bæði 1- og 2- manskømur leigumál. Talan er um langtíðarleigu og verður tørvurin frá medio august 2025 og tvey ár fram.

Tilboð skulu sendast inn til umsokn@ks.fo í seinasta lagi: Týsdagin, 27. mai 2025, klokkan 12:00 Tilboð, sum koma inn eftir hesa freist, verða ikki tikin við til metingar.

TILGONGD Tá freistin er farin, tekur Klaksvíkar Sjúkrahús støðu til, hvørji uppskot farið verður víðari við. Seinna umfar fevnir um vitjan av leigumálum, har ein ítøkilig meting kann gerast.

SPURNINGAR Áhugaði kunnu venda sær til Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, tel. 288922 ella t-post: alexandra@ks.fo, fram til freist at bjóða inn.

Aftur
Samskipari til verkstaðsuppgávur
Umsóknarfreist:
23. mai 2025
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Umsóknarfreist:
27. mai 2025
Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Frítíða…
Umsóknarfreist:
26. mai 2025
Starvs­fólk til barna­garðin á Svangaskarð…
Umsóknarfreist:
21. mai 2025