Lýsing

Enskt-lærari til Sjónám

 

Vit sóknast eftir lærara til at undirvísa skiparanæmingum í enskum at byrja skjótast tilber.

Undirvísingarførleiki eftir kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving, kap. 6.

Vit vænta tú hevur kunnleika til KT, hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga og ert samstarvssinnaður.

Undirvísingin fer fram fyrrapart mánadag kl.11.25 – 12.10 og mikudag kl.09.45 – 12.10, í alt 4 t/v.

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Martimir Lærarar.  

Umsókn skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 26.mars 2025.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til deildarleiðarin, brandurf@sjonam.fo.

 

Sjónám

www.sjonam.fo

Aftur
Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Frítíða…
Umsóknarfreist:
26. mai 2025
Starvs­fólk til barna­garðin á Svangaskarð…
Umsóknarfreist:
21. mai 2025
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Umsóknarfreist:
27. mai 2025