Lýsing

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

 

 

Trívist tú við at ráðgeva í løgfrøðiligum spurningum  – serliga á privat- og byggirættarliga økinum?

Viðkomandi, ið settur verður, skal eisini hava kunnleika til ella royndir innan fyrisitingarrættin, og við at samstarva og samskifta við kommunur  og almennar myndugleikar.

 

Starvið 

Talan er um nýtt fulltíðarstarv, sum tú verður við til at mynda í samráð við leiðsluna hjá Sev. Tú verður fakliga ímyndin av “løgfrøðiliga vanganum” hjá Sev, og er einasti løgfrøðingur hjá Sev, sum burturav er settur sum løgfrøðingur.  

Løgfrøðingurin hevur tilvísing til deildarstjóran fyri fyrisitingarliga økið hjá Sev, starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá Sev á Landavegnum í Tórshavn.

Starvsøkið verður fjølbroytt. Tú fert at samstarva við leiðslu, deildir hjá Sev, samstarvs-partnarar innan tekniska og fyrisitingarliga økið, kommunur, myndugleikar, eftirlit og aðrar áhugabólkar.

 

Uppgávurnar í starvinum eru eitt nú at:

  • ráðgeva um løgfrøðilig viðurskifti
  • arbeiða við avtalum, sum t.d. keypsavtalum, lániavtalum, og tryggingaravtalum, KT-avtalum, tilboð og útbjóðing - í samstarvi við veitarar og ráðgevar
  • fyrireika løgfrøðilig mál og samstarva við aðrar deildir um løgfrøðiligar fyrispurningar og avgreiða fyrisitingarligar spurningar og innlitsmál
  • eftirhyggja og menna fyrisitingarligar mannagongdir

 

Tínir førleikar

Tú ert útbúgvin løgfrøðingur, cand. jur. - og hevur nøkur ár á baki sum løgfrøðingur.  Eisini hevur tú royndir frá privat- og byggirættarliga økinum. Tú hevur kunnleika til ella royndir innan fyrisitingarrættin, og við at samstarva og samskifta við kommunur og almennar myndugleikar.

Umráðandi er, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og førleikar at ráðgeva á høgum fakligum støði í viðkomandi málum. Tú hevur royndir og førleikar at ráðgeva um og gera løgfrøðiligar avtalur v.m.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í ella royndir frá bæði almennari fyrisiting og privatu vinnuni.

 

Vit vænta, at tú 

  • leggur dent á samstarv við starvsfelagar og viðskiftafólk
  • dugir væl at orða teg í skrift og talu, bæði á føroyskum, donskum og enskum
  • ert von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert framsøkin
  • ert tænastusinnað/-ur
  • arbeiðssom/- samur og vælgjørd/-ur
  • megnar at taka avgerðir uttan at brenna brýr – eisini, tá harðast leikar á
  • hevur eitt jaligt lyndi 

   

Sev

Vit taka væl ímóti tær, og tú fært neyðuga kunning og viðkomandi innlit, so tú kanst fara til verka.

Sev bjóðar eisini: 

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið 

 

Ynskiligt er, at tú sum nýggi starvsfelagi okkara ert áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring, og at tú gevur títt íkast til góðan trivnað. 

 

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

 

Umsóknin
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisitingarliga økið hjá Sev á telefon 286182.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 13. oktober 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo  viðmerk løgfrøðingur

 

Setanarsamrøður vera eftir ætlan í viku 43 og 44.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Aftur
Starvs­fólki til frystigoymslu og termina…
Umsóknarfreist:
15. okt 2024
Lands­grannskoðanin søkir grannskoðara í…
Umsóknarfreist:
20. okt 2024
Stjóri til Tjóðsavnið
Umsóknarfreist:
1. nov 2024
Fulltikin dekkari til "Bakkafoss"
Umsóknarfreist:
16. okt 2024