Lýsing

Starvsfólki til frystigoymslu og terminal okkara í Ánunum

 

 

Faroe Ship leitar eftir einum álítandi, fyrikomandi og røskum starvsfólki til frystigoymslu og terminal okkara í Ánunum.

Talan er um fulltíðarstarv, har roknast kann við nakað av úrtíðararbeiði.

 

Umsøkjari má hava fylgjandi førleikar:

  • Royndir frá frystihús- ella goymsluarbeiði
  • Trukkloyvi
  • Koyrikort til persónbil
  • Góðan teldukunnleika og vilja til at seta seg inn í nýggjar skipanir

 

Starvsetan og treytir

Starvsbyrjan er 1. november 2024. Løn sambært avtalu.

 

Freistin at søkja

Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. oktober 2024. Umsóknir saman við lívsrensli skulu sendast til jobs@faroeship.fo. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Símun Gullaksen, deildarleiðara, á tel 549090 ella senda ein fyrispurning á sigu@faroeship.fo.

 

Um Faroe Ship

Faroe Ship er sterkt flutningsfelag í norðurhøvum, og vit stremba eftir at veita bestu og skjótastu tænastuna. Vit hava deildir í Ánunum, Tvøroyri og Tórshavn, har høvuðsskrivstovan er. Umleið 100 starvsfólk eru knýtt at Faroe Ship.

Vit virka í einum spennandi altjóða umhvørvi, har broytingar henda javnan, og hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar

Faroe Ship er partur av Eimskip samtakinum og samstarvar við feløg um allan heim.

Aftur
Lands­grannskoðanin søkir grannskoðara í…
Umsóknarfreist:
20. okt 2024
Stjóri til Tjóðsavnið
Umsóknarfreist:
1. nov 2024
Starvs­fólki til frystigoymslu og termina…
Umsóknarfreist:
15. okt 2024