Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Veðurstova Føroya

Nú gerast morgun og kvøld ljós

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro & Jari í Hjøllum, Veðurstova Føroya  |  20.01.2026 - 10:00 Tíðindi Veðrið

Tað eru 26 dagar síðan stytsta dag, og dagurin er longdur meiri enn 1 tíma. Fleiri fólk hava lagt til merkis, at dagurin ikki er longdur líka nógv í báðum endum á degnum – um morgunin og um kvøldið.

Vit hava fingið ein spurning sendandi hesum viðvíkjandi. Tað verður spurt, um hetta er rætt, og – um ja – hví tað er so.

Vit kunnu byrja við svarinum, sum er bæði ja og nei.

Hyggja vit eftir klokkuni, nær sólin kemur upp og fer niður, so gerast kvøldini skjótari longri og ljósari enn morgnarnir. Tá rokna vit morgunin frá sólarrisi til middags og seinnapartin/kvøldið frá middegi til sólsetur. So, tað er rætt, sum fólk hava lagt til merkis og hava spurt okkum, dagurin leingist ikki líka nógv um morgunin sum um kvøldið.

Fara vit í ein nautiskan álmanakka at leita eftir tølum fyri sólarris og sólsetur í Klaksvík og taka dagin í dag, fríggjadagin 16. januar, og samanbera hann við stytsta dag, sum var fyri 26 døgum síðan, er dagurin longdur 1 tíma 7 minuttir og 21 sekund.

Meiri enn tveir triðingar av økingini av degnum er seint seinnapartin og bert ein lítil triðingur tíðliga á morgni – sí  strikutekningina niðanfyri.

Tá ið vit skulu greiða frá hesum skeivleika, sæst skjótt, at veruleikin er ein annar og nokkso fjøltáttaður.

Sólarris og sólsetur flyta seg aftur og fram alt árið. Mitt ímillum sólarris og sólsetur er sólin hægst á himli, og tá er sannur middagur – og hann flytur seg eisini, hóast vit hugsa hann fastlæstan at vera klokkan 12.

Frá fyrndini hava vit altíð brúkt sólina at rokna tíðina eftir. Jørðin hevur ójavna rørslu runt um sólina, og ígjøgnum eitt heilt ár kann middagurin forskjóta seg í 14 minuttir fram og 16 minuttir aftur. Tá rokna vit samdøgrið frá middegi til middags. Meiri um tað seinni.

Tí brúka vit ikki sanna klokku at ganga eftir – tað hevði verið ein stór fløkja. Ístaðin brúka vit miðalklokku. Tað er hon, sum hevur 24 tímar í hvørjum samdøgri. Við at brúka miðalklokku er næstan altíð munur á henni, og sannari klokkuni – t.e. hvar sólin er stødd.

Miðalklokkan í Føroyum gongur eftir 0 (null) meridianini, hóast vit liggja nakað væl vestari enn tað.

Jørð og sól mala, sum tey eiga. Tað er miðalklokkan, sum spælir okkum eitt lítið puss.  

Tí mugu vit fyrst seta middagin uppá pláss og finna útav, nær sólin er hægst eftir okkara miðalklokku. Klaksvík er á 6,6° vesturlongd, og sólin eigur tí at vera hægst á himli í dag klokkan 12:26 – tað er mitt ímillum sólarris og sólsetur.

12:26 er sostatt útgangstøðið fyri víðari rokning. Nú mugu vit taka ójøvnu rørsluni hjá jørðini rundan um sólina upp í roknistykkið og flyta middagin eitt sindur afturat – og tað kann verða upp í 16 minuttir minni ella 14 minuttir meira – t.e. at sólin stendur hægst á himli millum 12:10 og 12:40.

Jørðin ferðast ikki runt Sólina í javnari rørslu í einum rundum kringi men heldur í einari elipsu – t.e. sum í einum kroystum sirkli.

Viðhvørt er Jørðin langt burtur frá Sólini; viðhvørt ikki so langt burtur.

Ferðin er heldur ikki jøvn. Tá ið Jørðin er næst Sólini, ferðast hon skjótast í ringrásini. Jørðin var næst Sólini 3. januar og ferðast tí í løtuni skjótt. Hetta er eisini orsøkin til, at forskjótingin í middegnum er stór fyri tíðina – í miðal hevur hon verið 26 sekund hvørt samdøgur síðan stytsta dag.

Í miðal leingist ella styttist dagurin umleið 5 sekund hvønn dag og forskjýtur middagin í Klaksvík frá 12:10 (oktobur) fram til 12:40 (februar).

So er tað at finna ta røttu forskjótingina 16. januar og annaðhvørt draga frá ella leggja afturat 12:26.

Sólin var hægst á himli stytsta dag klokkan 12:25 og klokkan 12:36 í dag. Sannur middagur er fluttur 11 minuttir aftur. Líka sum fyrraparturin er roknaður frá sólarrisi til middags, skulu hesir 11 minuttirnir leggjast afturat fyrrapartinum og dragast frá seinnapartinum – sí tekning niðanfyri.

Skulu vit rokna við tølunum fyri 16. januar einaferð enn, og seta middagin upp á pláss, sær tekningin soleiðis út:

Økingin à 22 minuttir fyrrapartin, gerst sostatt til 33 minuttir, og økingin à 45 minuttir seinnapartin skal minkast niður í 34 minuttir. Við avrundingum av sekundum er hetta sama tíðarlongd.

Jørðin var næst Sólini 3. januar og ferðast tí í løtuni skjótt. Hetta er eisini orsøkin til, at forskjótingin í middegnum er stór fyri tíðina – í miðal hevur hon verið 26 sekund hvørt samdøgur síðan stytsta dag.

Skulu vit svara spurninginum stutt, um dagurin ikki longist líka fyrrapart og seinnapart, so er tað ikki rætt.

Vit eiga eisini at flyta middagin eftir, nær sólin er hægst – og gera vit tað, leingist dagurin eins fyrrapart og seinnapart.

Sólin reis úr havi í morgun klokkan 09.31 í næstan beinum landsynningi (138). Tá ið hon fór í kav seinnapartin klokkan 15.41 var tað í næstan beinan útsynning (223). Vit siga, at Sólin rísur í eystri og setur vestri, men tað er bert heilt satt, tá ið tað er várjavndøgur og heystjavndøgur. Lærari í astronomiskari siglingarlæru plagdi at siga, at “...i østen stiger solen op, passar bara tvær ferðir um árið”. Mynd: Jari í Hjøllum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…