Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Karl Høgnesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.01.2026 - 16:00 Tíðindi Veðrið

Kalda høgttarrákið fer at liggja nakrar dagar afturat. Vindurin fer at minka eitt sindur, men hann fer at koma høgt meginpartin av vikuni.

Lágtrýstið, sum hevur drigið kalda luft av Norðpólinum ímóti okkum, er viknað, men eitt annað fer at taka yvir. Tað fer tó ikki at liggja so leingi og køla okkum, sum tað fyrra.

Fram ímóti vikuskiftinum fara fleiri lágtrýst at leggja seg á okkara leiðir, og tá fer veðrið at vera umleypandi.

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Seinnpartin lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt, men fram ímóti midnátt fer at kava. Um náttina veksandi vindur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skifandi skýloft og kavaæl. Hitin úr 4 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 2 hitastig.

Mikudagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt kavaælið. Seinnapartin og um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 4 kuldastig og 3 hitastig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið fer hann vesturum og gongur niður í vestan. Vindurin veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, klárt og turt. Um náttina gongur hann niður í útsynning og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, ádrigið og ælaveður. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Fríggjadagin:

Veksandi vindur fyrrapartin upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi og suðuri, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið gongur hann eysturum til landsynning og minkar sum frá líður vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, enn samdrigið og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…