Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dagmar Juel Hansen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.01.2026 - 12:12 Tíðindi Veðrið

Tað er enn luft av Norðpólinum, sum rekur hendaveg. Har norðuri er nógv kaldari enn her, um 30 stig undir frostmarkinum. Luftin tekur leiðina millum Norðurgrønland og Svalbard og nokkso beint til okkara.

Á vegnum ornar hon heilt fitt og gerst óstøðug. Tað síggja vit eisini á skýloftinum, at tjúkkir bøklar standa av havinum og fleiri kilometrar uppeftir, og úr teimum eru kavaæl. Millum bøklarnar eru glottar uppeftir, har bláa luftin sæst. Eru bøklaskýggini nóg høg – upp í 6-7 km – kann toran ganga, og heglingur koma niðurúr.

Veðrið, vit hava havt síðan nýggjárið, fer at vera í dag og morgin eisini. Tann óstøðuga luftin ger eisini vindferðina ójavna kring landið, so tað kann vera væl minni onkra løtu, fyri síðan at veksa aftur.

Hann kemur høgt í dag og í morgin. Vindferðin í dag í miðal 10 til 15 m/s, í morgin eitt sindur minni, 8 til 13 m/s. Báðar dagarnar við skiftandi skýlofti og kavaælingi, í støðum heglingur. Hitalagið (kuldalagið) alt vikuskiftið niður í 4 kuldastig, har sum er kaldast, og so kanska 1-2 upp um frostmarkið, tá ið tað er heitast.

Framhaldandi gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…