Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2025 - 17:00 Mentan Vinna

 "Tólv árstíðarsálmar" verður løgd fram í Varpinum í kvøld kl. 19.30

 

Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt.

Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm­arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum.

Skrá:

  • Annfinnur Heinesen bjóðar vælkomin
  • Marjun Lómaklett greiðir frá um Lisbeth Smedegaard Andersen og hennara sálmar
  • Nicolina Dahl greiðir frá arbeiðnum at umyrkja sálmarnar
  • Edward Fuglø greiðir frá sínum arbeiði við myndunum 
  • Ernst Remmel, Kristina Thede, Karl Martin Samuelsen, Heiðrun Petersen og Páll Sólstein syngja og spæla fýra sálmar.

Ein kaffimunnur verður at fáa og bókin verður seld fyri serprís.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur