Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta ger ómetaliga góðan mun

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.12.2025 - 22:16 Mentan Tíðindi

Frelsunarherurin er ein av teimum felagsskapum, sum gera eitt stórt, sosialt arbeiði millum fólk, sum eru illa fyri at ymsum orsøkum.

 

Ikki minst nú á jólum gera tey nógv fyri at hjálpa fólki, sum eru í fíggjarligari trongstøðu.

Tað ger Frelsunarherurin í Vági eisini. Og í tí sambandi hevur Lions Suðuroy nú latið Frelsunarherinum í Vági eina gávu upp á 70.000 krónur til hjálpararbeiðið í Suðuroynni.

Sámal Midjord, leiðari hjá Frelsunarherinum í Vági, sigur, at hetta ger ein heilt ómetaliga góðan mun í hjálpararbeiðnum hjá teimum.

– Umframt at hjálpa fólki í fíggjarligari trongstøðu nú á jólum, kunnu vit nú eisini hjálpa teimum aðrar tíðir á árinum, skuldi talan verið um eina konfirmatón, ein barnadóp, ella okkurt annað, sum fellur teimum tungt, sigur hann.

Uppundir hvørji jól eru tað fleiri familjur, sum eru so illa fyri fíggjarliga, at tey hava ikki ráð at halda jól.

Í hesum sambandi fær Frelsunarherurin fleiri umsóknir frá fólki um jólahjálp. Tað eru eisini nakrar familjur úr Suðuroy, sum eru í hesi støðu, sigur Sámal Midjord.

Hann sigur, at jólahjálpin tey lata, er eitt gávurkort til ein matvøruhandil.

Men hann sigur, at tað eru eisini fleiri aðrir handlar, og onnur, sum hugsa um tey, sum iki eru so væl fyri. Sostatt fær Frelsunarherurin eisini gávukort frá nøkrum handlum, sum tey so lata fólki afturat gávukortinum til at keypa mat fyri.

– Tað hendur seg eisini, at fólk vinna mat, ella gávukort til mat, men sum halda, at onkur annar treingir meiri til tað enn tey. So lata tey okkum gávukortið at lata víðari.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI
Signhild vitjar Norðlýsið
Bókaframløga í Varpinum
Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og…
Kvinnur prýða jólaborð
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…
Hetta ger ómetaliga góðan mun
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein