Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt ár síðan netálopið

SKRIVAÐ: Klaksvik.fo  |  12.11.2025 - 17:57 Tíðindi

22. september í fjør kom Klaksvíkar kommuna í eina sera óhepna støðu, tá ið kommunan varð rakt av netálopi. Støðan var sera álvarsom, men við sakkønari hjálp og góðum forstáilsi frá starvsfólkum og borgarum, kom kommunan ígjøgnum eitt netálop, sum í ein ávísan mun enn merkir umsitingina.

klaksvik.fo skrivar:


Sæð í bakspeglinum, so var Klaksvíkar kommuna sera opin um støðuna, samanborið við aðrar fyritøkur og stovnar, sum verða, og hava verið rakt.

Hetta hevur av fleiri vakt undran og forvitni, tí hava umboð frá kommununi eisini í fleiri umførum luttikið á fundum, har greitt hevur verið frá støðuni.

 

Borgarstjórin luttikið á KT-ráðstevnu í Danmark
Í dag er síðsti dagur á stórari KT-ráðstevnu í Keypmannahavn, har borgarstjórin hevur luttikið saman við Annilisu Arge Klevang, sum var partur av tilbúgvingarbólkinum hjá Klaksvíkar kommunu í september í fjør.

Annilisa arbeiðir sum ráðgevi hjá SAMSIK, Styrelsen for samfundssikkerhed, og hevur áður luttikið á hesi árliga ráðstevnu, sum millum annað setur sjóneyku á lóggávu og net-trygd í breiðum týdningi.

Borgarstjórin, Karl Johansen, greiddi frá, hvussu tað var at verða raktur av einum ransomware-álopi í fjør, og Annilisa greiddi frá, hvussu hakkararnir sluppu inn, og hvat fyritøkur og stovnar kunnu gera fyri at minka um vandan fyri einum ransomware-álopi.

Fleiri enn 200 fólk vóru til hendan fyrilesturin, og fleiri teirra settu borgarstjóranum viðkomandi spurningar, og takkaðu honum fyri opinleikan og luttøkuna.

Annilisa Arge Klevang hevur bakgrund innan KT og KT-trygd, og hevur arbeitt á økinum seinastu 25 árini.

SAMSIK, sum Føroyar og Grønland eisini eru fevnd av, samstarvar við myndugleikar, fyritøkur og borgarar, sum verða hótt av millum annað netálopi.

Annilisa Arge Klevang sigur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at Klaksvíkar kommuna deilir sína vitan, tí hetta gevur øðrum fyritøkum møguleika at læra av royndunum hjá kommununi.

- Øll standa við hesi avbjóðingini, og ongin kann kenna seg 100% tryggan. Tað snýr seg um at minka um váðan, og fyrireika seg væl, skuldi ein tílík støða endurtikið seg, sigur Annilisa Arge Klevang.

Borganstjórin sigur, at hann er errin av handfaringini av netálopinum. Starvsfólkini vóru fyrimyndarlig, og hjálpin vit fingu frá fleiri geirum í Føroyum var sera góð. 

- Vit vóru øll skelkaði av støðuni, og tað var heldur ongin sum kundi siga okkum 100% hvat var rættast at gera. Men okkara opinleiki og viðkenning av, at vit ikki megnaðu alt sjálvi, gjørdi at vit fingið fatur á bestu hjálpini.

Karl Johansen leggur aftrat, at støðan ikki einans hevur styrkt KT økið hjá kommununi, men eisini hjá øðrum fyritøkum, sum somuleiðis hava eftirmett og dagført hetta økið, sum áhaldandi má mennast og viðlíkahaldast, um vandin skal haldast úti.

 

www.klaksvik.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu