Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan vitjar EB í kvøld

SKRIVAÐ: Innsent  |  12.11.2025 - 12:10 Ítrottur

Tað eru framstig at hóma hjá Stjørnuni, eftir at liðið hevur bjóðað av ímóti liðunum um ovaru plássini í stigatalvuni.

Í kvøld klokkan 19 vitja Stjørnukvinnurnar EB í høllini í Eiði.

Í mun til undanfarna dyst ímillum liðini, er EB viknað nakað á leikarasíðuni og hava mist tríggjar av útlendingunum - tvær farnar av landinum aftur og Jovana Stranjanac, stinni málverjin sum hevur leikt í Kyndil í nógv ár, er darvað av skaða. 

Stjørnukvinnurnar hinvegin vísa framstig ímun til kappingarbyrjanina, tá ið Neistin eyðmýkti Stjørnuna við stórsigri í KÍ høllini. Síðstu tíðina hevur Stjørnan megnað at bjóðað av ímóti ovaru liðunum og gongd er komið í málskjótingina. 

Fyri Stjørnuna er umráðandi at fáa fult úrtak - vinna tær í dag, eru tær fýra stig frammanfyri EB og liggja á einum fimta plássið, sum gevur atgongd til eitt kvartfinalupláss.

Dysturin sæst á live.hsf.fo

Mynd: VB.fo


Lýsing
Seinastu tíðindini
Áhugaverdur fyrilestur á Klaksvíkar bóka…
Føroyingar í vanda at missa serrættindi…
Victor á Lakjuni 80 ár
Democracy Dies in Darkness
Stjørnan vitjar EB í kvøld
Hendingaríkt vikuskiftið
Ársins Rósa 2025
Framúr konsert við Hjarnar
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýggjur sangur um Borðoyarvík
Eyðun Klakstein: Vit hava tað sum skal t…
Umskipanin í lands­stýri­num ein politisk…
Hanus: - Vit mugu ikki missa fantastiska…
Ein virðislønt rødd á Bókadagar
Lands­bankin “gloymir”
Ársins síðsta skrúvuguds­tænasta
U19-landsliðið er úttikið
Eykaaðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfel…
Rundkoyringin í miðbýnum verður asfalter…
Nordic Meteorologist Meeting 2026 (NMM 2…