Lýsing
Lýsing
KÍ kvinnurnar vunnu í dag 24. FM heitið
Spennandi dysturin bleiv í dag leiktur á Djúpumýru ímillum KÍ kvinnurnar og NSÍ kvinnurnar. Malena Olsen hjá KÍ skoraði fyrsta málið í 8. minutti, Í 37. minutti javnaði Heidi Sevdal hjá NSÍ til støðuna 1-1. Í 37. minutti gjørdi KÍ eitt sjálvsmál, so støðan gjørdist 1-2. Í 64. minutti javnaði Maria Vinjardsdóttir Johansen fyri KÍ til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið. Dagsins leikari gjørdist Tórun Højgaard Joensen hjá KÍ.
Endaliga gjørdist støðan í ovara bólki hjá kvinnunum nr. 1 KÍ 59 stig, nr. 2. NSÍ 56 stig og nr. 3 HB 37 stig og nr. 4. Víkingur 31 stig.
Seinastu tíðindini