Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóhan Páll Joensen var errin um framdu avrikini síðani Pelagos byrjaði framleiðsluna | Mynd: Elias Lützen

- Pelagos er ein dreymur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Elias Lützen  |  11.10.2025 - 16:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Nógv fólk høvdu leitað sær til Fuglafjarðar á almenna móttøku í samband við stjóraskifti á uppsjóvarvirkinum Pelagos

 

Jóhan Páll Joensen, ið hevur verið stjóri á Pelagos síðan byrjanina í 2014, hevur valt at takka fyri seg, nú hann er vorðin 70 ára gamal. Í hansara stað er komin Bogi Petursson Nielsen, sum kemur úr stjórastarvinum í Faroe Ship. 

Jan Petersen, nevndarformaður hjá Pelagos tók fyrstur orðið og takkaði Jóhan Páll fyri dygga innsatsin øll árini. Jan nýtti eisini høvið at ynskja Boga vælkomnum í sessin. 

Jóhan Páll Joensen segði at Pelagos er ein dreymur. Tað tók 9 mánaðir frá tí, at hugskoti til fyritøkuna birtist í desember 2013 til fyrstu tonsini av markeli fóru í framleiðslu gjøgnum spildurnýggja bygningin í Fuglafirði í august 2014 - nakað almennu myndugleikarnir heilt víst kundu lært nakað av, helt hann. Jóhan Páll takkaði nevnd, leiðslubólkinum og starvsfólkunum øll hesi árini. At tey høvdu verið so trúføst og góð við seg - ein rørandi løta. 

Bogi Petursson Nielsen segði at hann var sera spentur at taka við sum stjóri. Hann kendi væl til fyritøkuna og rósti undanfarna stjóranum fyri vælaarbeiði øll árini. Bogi ynskti at byggja víðari á góða arbeiði og sterku støðuna sum Pelagos hevur á marknaðinum. 

Tá formalitetirnir vóru fingnir frá hondini blandaðust fólk í práti og góðum huglagi. Har vóru sera nógv vinnulívsfólk og vinnulívstoppar, so nógv var at skifta orð um. 

Myndirnar tók Elias Lützen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…