Lýsing
Lýsing
Lýsing
María Corina Machado tosar til politiskar stuðlar í høvuðsstaðnum í Venesuela, Caracas, í januar. | Mynd: Miguel Gutierrez / Ritzau Scanpix.

María Corina Machado fær Nobel friðarheiðurslønina fyri 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.10.2025 - 10:59 Politikkur Tíðindi

Venezuelanska María Corina Machado, fyrrverandi limur í tjóðartinginum í Venesuela, hevur í dag fingið Nobels friðarheiðursløn 2025

 

Tað boðaði Jørgen Watne Frydnes, formaður í norsku Nobelnevndini, frá í Oslo í dag.

Nevndin sigur, at Machado fær heiðurslønina “fyri sítt ótroyttiliga arbeiði at fremja fólkaræðislig rættindi og sítt dirvi til at arbeiða fyri eina friðarligari og rættvísari umlegging frá diktaturi til fólkaræði í Venesuela.”

Machado hevur í nógv ár verið ein av leiðandi røddunum í venesuelanska stjórnarandstøðuni og hevur staðið á odda í stríðnum móti kúgan og valdsmisnýtslu í landinum.

Frydnes segði, at nevndin við hesum vildi heiðra eina kvinnu, “sum heldur logan av fólkaræðinum tendraða, hóast myrkrið gerst tjúkkari í landinum.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…