Lýsing
Lýsing
Lýsing

Marianna Winter & Ragnar Finsson útgeva duett saman fríggjardag 10/10

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.10.2025 - 12:26 Mentan Tíðindi

Onkuntíð tykist tað ógjørligt at flyta sínar kenslur yvir í orð. Tú sigur alt annað, enn tað tú meinar og skumpar viðkomandi frá tær, sum tú í veruleikanum bara vilt hava nær.

 

“Let Me Love You” snýr seg um hasar langu næturnar, har stovan bleiv ein tómur krígsvøllur. Kenslurnar eksploderaðu, orðini vórðu boygd og liggja nú spjadd sum patrónhylki.

So kemur løtan aftaná – tá støvið hevur lagt seg, stoltleikin hvørvur, og tit aftur eru klár at veittra við hvíta flagginum.

Marianna Winter og Ragnar Finsson hava skrivað og framleitt hendan sangin, sum breiðir seg út sum ein samrøða, har helvtin verður ítalusett og hin helvtin hugsað.

Nakni og viðbrekni sangurin lýsir hetta kaotiska samskiftið, sum kann uppstanda millum tveir persónar sum elska hvønn annan, men í sínu kjarnu, snýr hann seg veruliga um at geva seg. 
At síggja hin persónin, fyri tað hann veruliga er, og ikki fyri orðini sum koma út.

“Let Me Love You” er temasangurin fyri øll skeldaríini sum eru spurd burturúr ynskinum at bara vilja verða elskaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…