Lýsing
Lýsing
Lýsing

KOM VIÐ: KÍ VEITSLA - 8. november

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  08.10.2025 - 21:37 Ítrottur Tíðindi

Tað verður eitt brak av einari veitslu, við skemti frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, buldrandi sangi frá Niclas Hera úr Dynami, røðum, felagssangi og góðum mati frá Gepetto.

Mennirnir hava tryggjað sær føroyameistaraheitið, kvinnurnar liggja væl fyri at vinna tað eisini, og vikuna áðrenn veitsluna skulu mennirnir spæla Løgmansfinalu móti Víkingi á Tórsvølli.

Eitt flott kappingarár skal heiðrast við manér!

Niclas Heri fer sjávandi at spæla allar teir kendastu sangirnar hjá Dynamit, so sum “sonur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík…”, “Grøv nummar 13” ella “Frensurin hjá Óla”.

Vit fáa eisini vitjan av Gilla og øðrum frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Gepetto bjóðar oksakjøt við øllum tilhoyri og rabarbutriflu sum desert.

Tað er at gleða seg, tí mangt annað verður eisini á skránni.

Atgongumerki kunnu keypast her:

https://atgongumerki.fo/3483048/ki-arsveitsla

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival