Lýsing
Lýsing
Lýsing

Friðarrørslan Føroyingar fyri friði er sett á stovn

SKRIVAÐ: Henrik Weihe Joensen  |  08.10.2025 - 10:27 Tíðindaskriv

Stovnandi aðalfundur av áhugafelagnum Føroyingar fyri friði varð hildin fyrradagin 5. oktober í MEGD húsinum í Tórshavn. 20 fólk møttu á aðalfundinum, sum við ymiskum tillagingum góðkendi uppskot til viðtøkur fyri friðarrørsluna.

 

Aðalfundurin valdi eisini eina nevnd við 5 fólkum, sum aftaná fundin skipaði seg soleiðis:

 

  • Henrik Weihe Joensen, forfólk
  • Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk
  • Ólavur Weihe Joensen, skrivari
  • Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur
  • Petur Asano, nevndarlimur

 

Aðalfundurin valdi Kaysten Rasmussen til at vera grannskoðara hjá áhugafelagnum.

Nevndin fer at hava sín fyrsta fund um mánaðarskiftið.

Fólk eru nú vælkomin at tekna seg sum lim í Føroyingum fyri friði við at venda sær til forfólkið ella til skrivaran við upplýsing um navn, bústað, telefonnummar og teldupostadressu. Limagjaldið er kr. 100,- árliga fyri einstaklingar og kr. 200,- fyri felagsskapir, feløg, stovnar og kommunur.

Vónandi verður tikið væl ímóti nýggju friðarrørsluni, sum í samstarvi við áhugapartar innanlands og uttanlands vil vera eitt konstruktivt friðarklípi, og harvið verja vanlig ósek fólk – børn, kvinnur og menn – sum altíð líða, tá kríggj og yvirgangur er.

Føroyingar fyri friði hevur sítt grundarlag í teimum friðartiltøkum, ið eru fyriskipaði seinasta árið: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna, og sum hevur til endamáls,

 

  • at virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond,
  • støðugt at virka fyri vápnaavdubbing og
  • at virka fyri øktum forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og javnstøðu, umframt virka fyri diplomatiskum loysnum.

 

Hoyvík, 7. oktober 2025

 

Henrik Weihe Joensen, forfólk í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…