Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.10.2025 - 19:48 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av útsynningi ella vestri alla vikuna, sum stendur fyri framman. Vindferðin fer fyri ein stóran part at liggja millum 8 og 13 m/s, fer bert hendinga løtu niðurum, men meiri enn bara viðhvørt uppum. Eingin dagur turrur, regn ella ælaveður hvønn dag.

Fyrru helvtina av vikuni gott og væl fara lágtrýst at ganga í landnyrðing millum Ísland og Grønland. Vit fara ta liggja eystan fyri miðjuna av teimum, har sum ættin er útsynningur, og har sum brúgvaløgini við regni vanliga eru.

Seinnu helvtina av vikuni fer eitt hátrýst at menna seg yvir Írlandi og Bretlandi, og tað fer at trýsta lágtrýstini longur norður. Tí verður turrari fram ímóti vikuskiftinum og í vikuskiftinum, men enn nokkso fríoskur vindur.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin veksur hann vindin upp í frískan upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s. Skýggjað loft og regn ella ælaveður. Um náttina gongur hann upp í vestan, og tað slítur í. Hitin millum 10 og 14 stig.

Týsdagin:

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Skýloftið og ælaveður. Hitin millum 6 og 11 stig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, seinni gongur hann upp í vestan. Loftið skýggjað og regn ella ælaveður. Um kvøldið veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum tó sólglottar. Hitin millum 7 og 12 stig.

Hósdagin:

Strúkur í vindi ella skrið vestan og av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Seinnapartin minkar hann niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Allan dagin hálvskýggjað og ælaveður. Hitin millum 6 og 11 stig.

Fríggjadagin:

Frískur vindur upp í strúk vestaneftir og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðs…
Kom og stuðla tiltaki­num "Saman um krabb…
Jens Marni á Heystglóð
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum
Hálvt stig móti Kroatia
KÍ-kvinnur­nar eru næstan føroyameistarar