Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyggjar høga raðfesting í fíggjarlógini

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.  |  01.10.2025 - 17:32 Politikkur Tíðindaskriv

Norðlýsið vil verða við, at hóast glottar eru í fíggjarlógini, so raka nakrar skerjingar stovnar í Norðoyggjum. Til tað er at siga, at hetta er bert partvíst rætt, tí at um ein játtan lækkar tá ið til dømis ein skúlaflokkur er minni komandi ár, enn í ár, so er hetta ikki ein skerjing tí tú kann ikki fáa játtan fyri virksemi, ið tú ikki hevur. Tað er eisini vanligt at kemur ein flokkur meira inn á eina útbúgving í 2026 enn í 2025 so verða pengar játtaðir tá. Næminga- og flokkatal á miðnámi kennir man ikki fyrr enn upptøkan hevur verið út móti sumri

 

 

 

Fíggjarlógin áleggur øllum stovnum í landinum at tillaga sítt virksemi komandi ár við 1,3% av rakstrinum aftaná at lagt er upp fyri lønum og øðrum virksemi, hetta er ikki serligt fyri Norðoyggjar.

 

Nýggi húsarhaldsskúlin og Tekniski skúli

Hinvegin eru fleiri stovnar uppraðfestir í ár og komandi ár. Nýggi húsarhaldsskúlin hevur fingið hægri játtan til økta virksemi í vár so skúlin kundi opnað við fullum virksemi í august. Játtanin til skúlan hækkaði við 2 mió til økta virksemi og løgustuðli á 9 mió, hetta so næmingagjaldi ikki skuldi hækkað munandi. Henda játtan er framskrivað í 2026.

Til Tekniska skúla verða játtaðar 15 mió í 2026 so aulan, sum er í gerð, kann gerast liug. Í alt eru játtaðar góðar 38 mió til íløgur á Tekniska skúla frá 2023 til 2026.Til virksemi á skúlanum verða játtaðar knappar 35,4 mió í 2026.

 

Klaksvíkar sjúkrahús

Játtanin er økt tilsamans smáar 1,4 mió til broytta fólkasamanseting, endurhýsing av starvsfólki vegna arbeiðið við starvsfólkabygninginum og eina uppraðfesting til at uppmanna læknaviðtalur í samband við prostatakrabba. Hóast tillagingar skulu gerast í rakstrinum, so verður eisini økt játtan til neyðugt virksemi í samband við krabba.

Takað vit so íløgu síðuna, so eru 25 mió settar av til starvsfólkabygningin og saman við framfluttari játtan eru 31,5 mió tøkar komandi ár til starvsfólkabygningin og skýlið/móttøku til sjúkraflutningstænastuna. Harumframt vóru játtaðar tilsamans 34,3 mió frá 2023 og til og við 2025 til Gula húsið, uppsetan av skannara, keyp av og og gerð av vegi, atkomu og byggiplássi á ogn við Gula húsið.

 

Brekumboð staðsett í Klaksvík

Eisini í komandi árið kemur nýtt og økt virksemi í Norðoyggjum við tað at nýggja brekumboðið, ið er staðsett í Klaksvík kemur at virka við fullari megi. 

 

Norðoyggjar høga raðfesting

Sum Norðlýsið nevnir, so verður eisini játtað til útoyggjar við tað at avsett er peningur til nýggju ferjuna og bátasavn í Svínoy.  Á heystið 2024 vóru endurjáttaðar 30 mió so Teistin, ístaðin fyri at verða settur til sølu, kundi røkja Kalsoyarleiðina til nýggja skipið er liðugt. Eisini vóru játtaðar 7,7 mió til atkomuviðurskiftið í Kalsoynni og Klaksvík og flutning av rampu til Syðradals.

Hetta eru bert nakrar av íløgunum og játtanum til Norðoyggjar í hesum samgonguskeiðnum. Samanumtikið ber ikki til at siga annað, enn at Norðoyggjar hava fingið høga raðfesting, og tað fegnist eg um.

 

Eyðgunn Samuelsen tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival