Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið betrar korini hjá barnafamiljunum

SKRIVAÐ: Fíggjar  |  01.10.2025 - 17:07 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýrið hevur saman við fíggjarlógaruppskotinum lagt uppskot fyri tingið um at hækka barnafrádráttin og taka burtur MVG á eplum, grønmeti og barnablæum.

 

Talan er um tvey lógaruppskot, sum hava til endamáls at gera tað meira liviligt hjá barnafamiljunum í Føroyum.

Annað uppskotið broytir lógina um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og snýr seg um at hækka barnafrádráttin.

 

Barnafrádrátturin hækkar í 2026

Landið letur í dag ein frádrátt í landsskattinum, sum er 9.200 kr. árliga fyri børn 0-6 ár, og 6.500 kr. fyri 7-17 ára gomul. Frádrátturin skal hækka soleiðis, at hann verður 10.700 kr. fyri børn 6 ár og yngri, og 7.500 kr. fyri tey 7-17 ára gomlu.

Broytingarnar í barnafrádráttinum merkja, at ein familja við trimum børnum fær millum 3.000 og 4.500 krónur meira at liva fyri árliga. Yngri børnini eru, størri er frádrátturin.

 

Bíligari grønmeti og blæur

Hitt uppskotið broytir lógina um meirvirðisgjald og leggur upp til, at ávísar gerandisvørur verða frítiknar fyri MVG. Talan er um epli, grønmeti og blæur til børn. 

 

Tryggar karmar fyri barnafamiljur

Uppskotini um at hækka barnafrádráttin og lækka MVG á ávísum gerandisvørum verða løgd fyri tingið í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2026.

 

-Tað er sera týdningarmikið at skapa góðar og tryggar karmar rundan um barnafamiljurnar í Føroyum. Við at hækka barnafrádráttin og gera týdningarmiklar gerandisvørur bíligari vilja vit lætta um gerandisdagin hjá okkara yngstu borgarum og foreldrum teirra. Ein familja við trimum børnum sum eru 1, 5 og 8 ár fáa við hesum báðum uppskotinum 7.000 kr. meira at liva fyri um árið. Hetta kemur afturat skattalættanum, sum foreldrini fingu í 2024 og 2025. sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Myndin er tilgjørd
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival