Lýsing
Lýsing
Lýsing

Latið okkum nú geva KÍ dygga uppbakking

SKRIVAÐ: KÍ-fjeppari  |  25.09.2025 - 08:26 Ítrottur Lesarabrøv

Sjálvandi royna “ekspertar” í KvF og øðrum rásum at tosa KÍ niður, men hesum mugu vit KÍ-fjepparar ikki lata okkum ávirka av. Gloymið ikki, at vit í løtuni eiga kanska besta føroyska klubb-liðið nakrantíð!

 

Vit, sum hava hildið við KÍ siðan 1970’ini, minnast fleiri áratíggju í “oyðimørkini” uttan eitt einasta FM-heiti ella steypasigur.

Hetta er nú totalt kollvelt, soleiðis at KÍ nú í nøkur ár hevur verið - og framvegis er - besta liðið í landinum, sum øll hini vilja  basa og punktera - men tann vognin mugu vit undir ongum umstøðum leypa uppá!

 

Magnus og Thomas hava vent KÍ-skútuni

Av tí at Magne Hoseth so brádliga í januar 2024 segði upp sum høvuðsvenjari hjá KÍ, fingu vit eitt turbulent kappingarár í 2024.

Hetta hava vit tíbetur ikki fingið í ár, 2025, tí KÍ-leiðslan má sigast at hava verið heppin í sínum vali av høvuðsvenjarapari, sum í dag er mannað av Magnus Powell, høvuðsvenjara, og Thomas Gabrielsson, hjálparvenjara.

 


Ekspertarnir tosa KÍ niður men á vøllinum er KÍ best

Kórið av ekspertum við mikrofon í hond, sum tosa KÍ niður, er ikki so lítið.

Nú ein dagin hoyrdist ein av hesum siga, at HB í ár hevur betri verju enn KÍ, hóast stigatalvan sigur, at HB hevur latið inn 34 mál, meðan KÍ hevur latið 12 mál inn!

Aðrir ekspertar rósa NSÍ fyri fantastislan álopsfótbólt og Føroya klárt besta álop, men um vit kaga í stigatalvuna, so sigur hon, at KÍ pr. í dag hevur bara skorað 6 mál færri enn “Føroya klárt besta álop”. 

Sjálvandi royna “ekspertar” í KvF og øðrum rásum kring Havnina at tosa KÍ niður, men hesum mugu vit KÍ-fjepparar ikki lata okkum ávirka av.

Gloymið ikki, at vit í løtuni eiga kanska besta føroyska klubb-liðið nakrantíð!

FM nærkast í stórum! Latið okkum nú geva KÍ dygga uppbakking!

 


KOYR Á KÍ !!!

 


KÍ-fjeppari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðs…
Kom og stuðla tiltaki­num "Saman um krabb…
Jens Marni á Heystglóð
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum
Hálvt stig móti Kroatia
KÍ-kvinnur­nar eru næstan føroyameistarar