Lýsing
Lýsing
Lýsing

Verður arbeitt við dintlinum fyri ?

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  23.09.2025 - 09:35 Lesarabrøv Politikkur

Herfyri vóru boðini til kalsoyingar umvegis SMS - skipanina hjá SSL: ”Fyri veður og havnaumstøður í Syðradali verður farleiðin á leið 56 kl. 22:15 av Klaksvík og kl. 22:35 av Syðradali avlýst …”

 

 

Fyri milliónaupphæddir hevur í alt summar verið arbeitt upp á ferjuleguna á Syðradali. Ætlanin við arbeiðnum segðist vera, at Teistin skuldi koma norður at sigla í Kalsoynna.

Men nú hevur onkur funnið útav, at ein ferjulega eisini er í Klaksvík, og at Teistin heldur ikki sleppur at har, uttan samsvarandi íløgur, sum á Syðradali, verða gjørdar.

Enn er einki gjørt í Klaksvík. Teistin er ikki komin norður at sigla, og nú sleppur Sam ikki at á Syðradali vegna havnaumstøður í høgættarloti.

Orsøkin er, at ferjulegan er gjørd til Teistan, og ikki til Sam.

Farleiðini um Kalsoyarfjørð við Sam, var annars tiltikin fyri fáu avlýsingarnar vegna veður, áðrenn ferjulegan á Syðradali varð broytt.

Spell um tað í hesum føri, hevur verið arbeitt við dintlinum fyri, sum so oftani, tá um útjaðaran ræður?

Vónandi er hetta ikki byrjanin til eina røð av avlýsingum á kalsoyarleiðini, tá hann lotar høgt, ella tá fyrstu lágættarnosini koma, nú heystið er, og veturin nærkast.

Bjørn Kalsø

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðs…
Kom og stuðla tiltaki­num "Saman um krabb…
Jens Marni á Heystglóð
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum
Hálvt stig móti Kroatia
KÍ-kvinnur­nar eru næstan føroyameistarar