Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ-leikararnir høvdu avgerandi leiklut

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.06.2025 - 22:11 Ítrottur Tíðindi

KÍ-leikararnir Árni Frederiksberg, Jóannes K. Danielsen og Patrik Johannesen stóðu fyri málstigunum, tá Føroyar vunnu ein uppibornan sigur á Gibraltar í kvøld.

Tað byrjaði annars ikki væl og Gibraltar førdi 1-0 í hálvleikinum. Fyrri hálvleikur var ikki góður sæð við føroyskum eygum. Í seinna hálvleiki vendist alt. Fyrst javnaði Árni Frederiksberg við beinleiðis hornasparki, og í 86. minutti sendi Jóannes K. Danielsen innfyri til Patrik Johannesen, sum avgjørdi dystin.
Eyðun Klakstein fekk sostatt eina góða byrjan á heimavølli, og tað var fult uppiborið, at Føroyar vunnu dystin, hóast nakað eisini er at arbeiða við, tí fyrri hálvleikur var ikki góður. Hinvegin vísir tað styrki at koma aftur og at enda vinna dystin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…
Regin Sivertsen vitjar Norðlýsið í dag
Lands­liðsvenja­rin vitjar Norðlýsið
Oddvør enn eitt nýtt føroyskt met
35 lærlingar á maskin-, timbur- og EL-de…
Líðhamar roktúr
Sanna: Sigurin kann fáa stóran týdning f…
Kvinnur­nar bastu NSÍ
Mladen til Team Klaksvík
Vit vunnu á Gibraltar