Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lív og Tróndur á Voxbotn 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.06.2025 - 12:39 Mentan Tíðindi

Føroya fremsta fólkapopp duet á OY Voxbotn 2025

 

 

Hvat fært tú, um tú setir saman tvey fitt og gávað menniskju úr ávikavist Fuglafirði og Tvøroyri saman? Svarið er, at tú fært eitt tónlistarligt útrykk, sum smeltar øll hjørtu, og ger teg til eitt betri menniskja.

 

Á OY Voxbotn verður gjørt nógv burturúr, at geva føroyingum høvi at spæla á stóra konsertdegnum. Tí er tað ein fragd at kunngera, at Lív & Tróndur hava vátta at spæla á OY Voxbotn 2025.

Tey eru bara hugalig at líða á. Eygagóða sangparið hevur í áravís ferðast land og ríkið upp og niður, og hava rúnarbundið okkum við teirra fagra ljóðið. Tey skriva og framleiða vakran og lívligan fólkapopp tónleik, og tulka og týða eisini nógvan útlendskan tónleik.

 

Á enskum er eitt útrykk sum eitur “match mede in heaven”, og man hetta hóska sera væl til at lýsa duettina, vit øll elska. Bæði tvey hava framført undir egnum navni. Lív gjørdist fólkaogn, tá hon sang saman við Niels Midjord sála, og hennara mjúka, fagra rødd var ógviliga nógv at hoyra í lurtunum.

Somuleiðis hevur Tróndur framført í mong, mong ár, og kanska minnast vit serliga væl hansara tulking av lagnum “Á kundi á tíðarhavi”, sum varð útgivin í nýggjum hami.

 

Men saman eru tey ein heilt onnur hittmaskina. Størsta hitt teirra er helst lagið “Lítli Fuglur”, sum óivað verður at hoyra á OY Voxbotn í summar.

Í fjør útgóvu tey summarliga lagið “Reasons Unknown”, sum við sínum løttu raggearútmum fer at rigga avbera væl í Vágsbotni.

 

Gleð teg til eina vakra og gylta løtu við Lív & Tróndi, tá tey trína á pallin á OY Voxbotn 2025.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…
Regin Sivertsen vitjar Norðlýsið í dag
Lands­liðsvenja­rin vitjar Norðlýsið
Oddvør enn eitt nýtt føroyskt met
35 lærlingar á maskin-, timbur- og EL-de…
Líðhamar roktúr
Sanna: Sigurin kann fáa stóran týdning f…
Kvinnur­nar bastu NSÍ
Mladen til Team Klaksvík
Vit vunnu á Gibraltar