Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betesdakórið og felags nátturði 2. hvítusunnudag

SKRIVAÐ: Betesda  |  09.06.2025 - 07:59 Tíðindi

Endabresturin á samfelagsmøtunum í Badmintonhøllini í Klaksvík verður 2. hvítusunnudag, har Betesdakórið syngur á møtinum kl. 16, síðan verður stórur felags nátturði, og so endar stevnan við møtinum kl. 19. Samstundis verður KÍ-høllin opin til børnini at hugna sær í.

Nógv fólk hava verið til samfelagsmøtini í Klaksvík higartil á hvítusunnu. Eitt nú vóru umleið 1000 fólk á møti í Badmintonhøllini hvítusunnukøld.

Á skránni fyri 2. hvítusunnudag eru hesi møti og tiltøk – øll í Badmintonhøllini:

Kl. 11:00 verður eitt søguligt afturlit við Jógvani á Lakjuni, sum fer at greiða frá um abba sín, Victor Danielsen og hansara lív og tænastu sum fulltíðar trúboðari innan brøðrasamkomurnar.

Kl. 16:00 verður uppbyggingarmøti, har Jens Bech og Høgni Johannesen fara at tala, og Betesdakórið syngur.

Kl. 19:00 verður evangeliskt møti, har Betesdakórið framvegis luttekur við sínum vakra sangi, og har Petur á Roykheyggi og Jákup Eli Østerø tala, og Hallur Joensen og Anja Nielsen fara at hava vitnisburðar.

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini kl. 16 og kl. 19, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.

Á øllum møtunum verður tulkað til enskt, og øll møtini verða somuleiðis stroymd og send beinleiðis á hesum rásum: *Starabúrið, *SJEY kristiligt kringvarp og *EvR (Evangeliska Røddin). Slóðirnar eru allar at finna á betesda.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…
Regin Sivertsen vitjar Norðlýsið í dag
Lands­liðsvenja­rin vitjar Norðlýsið
Oddvør enn eitt nýtt føroyskt met
35 lærlingar á maskin-, timbur- og EL-de…
Líðhamar roktúr
Sanna: Sigurin kann fáa stóran týdning f…
Kvinnur­nar bastu NSÍ
Mladen til Team Klaksvík
Vit vunnu á Gibraltar