Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grindabátaferð og útiguðstænasta

SKRIVAÐ: Finn Johannesen  |  08.06.2025 - 20:56 Lesarabrøv Mentan Myndarøð

Siðvenja er, at grindabátarnir í Vági gera útferð um Hvítusunnununa.

 


Í ár gekk leiðin Hvítusunnudag til Víkarbyrgis og í góðveðrinum tíðliga í morgun var stór fjøld komin saman á Garðabrúgv, har tað sum vant var sálmasangur og bøn undir leiðslu av Sámali Midjord frá Frelsunarherinum og Orðið á borðið, áðrenn farið var avstað. Sámal minti á týdningin at hava Jesus við sær, ikki bert í báti, sum vit ofta hoyra greitt frá úr farnari tíð, men eisini í lívsinsviðurskiftum ídag.

Eitt lot lá út eftir fjørðinum, so siglt varð við seglum út um Grønurnar og heilt suður um sunnasta Grønutanga útfyri Víkarbyrgi - og so varð róð inn til Víkarbyrgis. Í Víkarbyrgi bjóðaði Sumbiar kommuna kaffi og saft, ímeðan tað vóru fólk í Sumbiarsókn, ið høvdu gjørt vaflur og pannukøkur.


Eftir eina løtu við práti, kaffi og samveru byrjaði útigudstænastan við Patrick de Neergaard presti, umframt at mansbólkur og Sumbiarkórið sang, so hevði Hanus Pál Jógvanson eisini eitt orð um hvítusunnu og týdningin av, at vit hava fingið heilaga andan og hendan stóra gávan eggjar eisini okkum at geva víðari tað vit hava fingið frá Jesusi, ikki bert í orðum, men í gjøgnum hendurnar í verki.


Í meðan útiguðstænasta var lógu grindabátarnir so vakrir fyri teym í fantastiska veðrinum og eisini vóru fleiri smábátar á Víkarfirði. Kirkjan, báturin og týdningurin av hesum báðum hevur enn nógv at siga í samfelagnum. Hetta blivu vit mint á, og siðin at syngja tá ið lagt verður frá landi og at leggja alt í Guðs hendur. Hesa løtuna sóu vit siðaarv, mentanararv, trúgv, samanhald og fólksligheit runnu saman í eitt.


Og tað er júst hetta felagsskapurin snýr seg um, at hvítusunna er at vit hava felagsskap við Jesus gjøgnum heilagaandan: “Hvítusunnu tá var tað so brátt, at andin gav veraldar veikleika mátt”. Og felagsskapurin var eisini tað í skein ígjøgnum hesa dýrdarløtuna í Víkarbyrgi, har tað ídag vóru 8 av 9 grindabátunum við á ferðini og umborð vóru eini 80-90 kvinnur og menn, tann yngsti 4 ár og tann elsti miðskeiðis í 80árunum.

Hetta ber boð um ein livandi felagsskap - og felagsskapurin er jú nettupp tað, sum knýtur okkum saman. Tað er har okur flenna saman, hava eina felags søgu og skapa eitt felags mál fyri framtíðina og ikki minst eisini áminna hvør annan á andaliga felagsskapin í gjøgnum bøn, sálmar og guðstænastuna.

Tá ið leið út á seinnapartin var breið semja millum fólki í Víkarbyrgi, at felagsskapurin kring grindabátarnir hevur týdning, ikki bara í sambandi við varðveitslu av søguligu dýrgripunum, sum grindabátarnir eru, men eisini týdning fyri bygdalívið í Vági - og eiga okur í felag at virka fyri at tryggja og menna felagsskapin, soleiðis at eisini okkara eftirkomarar fáa møguleikan at uppliva løtur sum hendan í dag, tá grindabátarnir gjørdu útferð til Víkarbyrgis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla nátt – 50 ár við Hjarnar
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…
Regin Sivertsen vitjar Norðlýsið í dag
Lands­liðsvenja­rin vitjar Norðlýsið
Oddvør enn eitt nýtt føroyskt met
35 lærlingar á maskin-, timbur- og EL-de…
Líðhamar roktúr
Sanna: Sigurin kann fáa stóran týdning f…
Kvinnur­nar bastu NSÍ
Mladen til Team Klaksvík