Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar taptu 3-0 fyri Eysturríki eftir misjavnt avrik

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  08.06.2025 - 20:55 Ítrottur Tíðindi

Føroyska kvinnulandsliði í flogbólti fekk frálíka byrjan upp á dystin og legði seg á odda 3-0 og 6-4 og helt stand til 12-12, tá alt skramblaði saman, og Føroyar bara vunnu eitt stig afturat og taptu settið 25-13.

 

Silvurligan, kvinnur:
Føroyar – Eysturríki 0-3 (13-25, 9-25, 22-25)


Trupla gongdin helt á í øðrum setti, har Eysturríki legði seg á odda 10-1, áðrenn settið varð vunnið 25-9.


Í triðja setti komu Føroyar fyri seg aftur, og støðan gjørdist 6-6, áðrenn Eysturríki sleit seg leyst og legði seg á odda 10-6. Føroyar svaraðu tó aftur og bardu seg upp á 11-12 og 15-16, áðrenn Føroyar javnaðu til 20-20 og aftur til 22-22. Eftir at føroyska smassjið brast í netið, fekk Eysturríki dystarbólt, og hann var gagnnýttur til fulnar við dundursmassji, so Eysturríki vann settið 25-22 og dystin 3-0.


Anja Danielsen var aftur í dag toppskorari hjá Føroyum við átta stigum. Í dag fingu vit einast tvey stig í blokkinum, og teir báðar átti Sharon Holm Haynes.


Næsta vikuskifti spæla Føroyar í triðja og seinasta umfarinum í Luksemborg, har mótstøðuliðini eru Luksemborg og Ísland. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…
Regin Sivertsen vitjar Norðlýsið í dag
Lands­liðsvenja­rin vitjar Norðlýsið
Oddvør enn eitt nýtt føroyskt met
35 lærlingar á maskin-, timbur- og EL-de…
Líðhamar roktúr
Sanna: Sigurin kann fáa stóran týdning f…
Kvinnur­nar bastu NSÍ
Mladen til Team Klaksvík
Vit vunnu á Gibraltar