Lýsing
Lýsing
Lýsing

Zakariasi systkinabarninum til minnis

SKRIVAÐ: Tórður Jóansson  |  27.05.2025 - 07:28 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Zakarias var merkismaður, sum legði dygdarverk eftir seg og tók stig til mong týðandi átøk. Hann skaraði framúr á fleiri økjum. Trúgvur, álítandi og hollur var hann; og mong okkara fara at sakna Zakarias

 


"Deyr fé
deyja frændr
deyr sjálfr it sama
ek veit einn
at aldri deyr
dómr um dauðan hvern."
("Fæ doyr, 
frændi doyr, 
tú skalt doyggja við.
Eg veit ein 
ið aldrin doyr 
dómur um deyðan mann."
Hávamál, 77)


Merkismaðurin Zakarias Finnbjørn Wang varð føddur í Sólgørðum í Kaldbak hin 23. august 1940, sonur kongsbóndans Poul Wang og Ebbu, fødd Simonsen. Hann var næstelstur av fimm systkjum; og aftan á barnaskúlan í heimbygdini fór hann til Havnar, har hann fyrst tók preliminer- og síðani nýmálsligt studentsprógv á VBV. So var hann ferðalærari í Norðadali og Syðradali í eitt ár. Haðani gekk leiðin til Lærda Háskúlans í Aarhus, har hann tók kandidatsprógv í politiskum vísindum (cand.scient.pol.) í 1965. - Árið eftir giftist hann Margit Svarrer, tannlækna, og tey fingu døturnar Ullu og Elin. Margit andaðist hin 20. februar í ár og Zakarias 30. apríl.

Nýkomin til Føroya úr Keypmannahavn á heysti tað árið, ið nazi-týska hersetingin av Danmørk var at enda komin, gjørdist Zakarias fyrsti føroyski javnaldurin, eg kom at kenna; og vinalagið vardi alt lívið. Pápi hansara, Poul bóndi, og mamma mín, Louisa, vóru systkin; og bústaðurin, í Sólgørðum, varð annað heim mítt øll barnaárini. 

Hugfarsligt var í Kaldbak tá. Heilt øðrvísi enn í Lundingsgøtu við sjógvarnar í Keypmannahavn, har dvølt var mangar nætur í bumbuskýli, meðan bretsk RAF-flogfør herjaðu; ella í framkomna keypstaðnum Tvøroyri, har vit høvdu verið og vitjað foreldrini hjá pápa mínum; ella í Havn beint eftir stríðsárini. - Hetta var ein annar heimur: eingin skundur, eingir bilar, einki ravmagn; dygst við náttúruna og í náttúruni, neyt, hundar, seyðir, hønur og hestar; lækja í túninum, torv, køstur, bøur, eplaveltur, urtagarður. Fólk, sum hvíldu í sær sjálvum; glað, fryntlig og vinsom børn. Og eitt teirra var Zakarias.

Hann og eldri beiggin, Eyðun, hjálptu neyðardýrinum mær at skilja og virka í forvitnisliga og fjálga umhvørvinum; og Zakarias vísti mær og greiddi frá sodnhúsi, gásarhúsi, torvhúsi, hoyggjhúsi, meyaríhúsi og øðrum. Og hann visti nógv og dugdi væl at siga frá - ein gløggur og áhugaverdur smádrongur. Hann lærdi meg eisini at ambæta kríatúrunum og taka lut í smáarbeiði á garðinum.  

Kom nú at minnast aftur á skemtiliga hending (og tær vóru mangar), tá ið vit um 5-6 ára aldur vóru í torvi saman við foreldrum og systkjum Zakariasar. Á heimleiðini runnu vit báðir nakað undan hinum og komu til ein mosa, sum vit fóru út á at hoppa og dansa. Hetta helt pápi hansara lítið um, og hann gjørdist rættiliga rísin, tí vandi var fyri, at vit fóru niður ígjøgnum. - Stutt eftir fólkaatkvøðuna komu Zakarias og mamma hansara, Ebba, at vitja í Vestmanna, har pápi mín tá var fylkislækni. Vit báðir fóru ein túr at hyggja at bedingini og havnalagnum, og har var eg so klombrutur, at eg datt á sjógv; men Zakarias var snarráðin og fekk meg aftur upp á turt í øllum góðum.

Seint í 1940-árunum tók pápi mín við starvi í Havn, og vit skuldu flyta hagar. So vit børn fóru at búgva hjá næstrafólki: beiggi mín til Tvøroyrar, systir mín var á sjúkrahúsi í Keypmannahavn, og eg búði hjá Marin ommu og mammubeiggja í Kaldbak. Kom sostatt at vera undir somu lon sum Zakarias í fleiri mánaðir í 1948/49. Tá gekk hann í eldra flokki skúlans og eg í yngra; og tá rann rættiliga saman okkara millum. Nú vóru vit ikki smábørn longur, og summi lyndisdrøg Zakariasar komu so smátt í ljósmála. Lesihugur, forvitni, tráðan eftir kunnleika og hugur at kjakast. - Hetta var slíkt, sum kom at eyðkenna hann alt lívið.

Ófriðarligu fimmtiárini komu vit so líðandi til mans. Búskaparskrædl, verka- og fiskimannaverkføll, læknastríð í Føroyum; koreakríggj, kollveltingar, Berlin og Ungarn úti í heimi. Hetta var sumt av tí, sum ørkymlaði ungar og viðkvæmar sálir, og hetta legði grundarlagið undir støðutakan hjá mongum - ikki minst hjá vitbornum ungfólki. Og Zakarias tók mangan avgjørda støðu, sum hann ikki firnaðist at bera fram. Stundum vóru vit samdir, ofta ósamdir. Men hetta ávirkaði ikki vinalagið. - Zakarias sýndi tokka og vælvild mótvegis øðrum, eisini teimum, ið ikki hildu tað sama sum hann; og hann var tolsamur og jaligur. Hann var ein áhugaður og áhugaverdur unglingi skúlaárini í Havn og tók lut í felagslívi og, ikki minst, á kjakfundum. Zakarias hvørki roykti ella drakk, sum flestu ungfólk gjørdu tá; og kanska hetta avmarkaði sosiala lív hansara.   

Fyrstu sekstiárini vóru vit báðir í Danmørk, hann í Aarhus, eg í Keypmannahavn, so vit hittust sjáldan uttan í summarfrítíð í Føroyum. Onkuntíð gisti Zakarias hjá mær á keypmannahavnarferð; og seinni á Tvøroyri, tá ið hann helt fyrilestur í Suðuroyar Tjóðveldisfelag. Men annars var samskiftið lítið. Sama var í sjeytiárunum, tá ið báðir høvdu sett fót undir egið borð; men av og á talaðu vit í telefon at fáa kunning um søgulig og politisk ivamál. Og hann var altíð góður við ráðum og vegleiðingum, tí Zakarias hevði nógv at oysa av. 

Seinastu áratíggjuni, nú alnótin var komin, mentist samskiftið á telduni; og vit skrivaðu regluliga saman til tað seinasta. Men nú var tað mest um bókmentaliga arbeiði hansara og útgávustarvið, lítið um politikk. Eg umsetti og rættaði okkurt fyri hann, og Zakarias gjørdi tað sama fyri meg. Annars heilsanir á høgtíðum og føðingardøgum; og aftan á seinastu føðingardagskvøðu mína til hansara, 23. august í fjør, segði hann mær frá hóttandi sjúkuni, ið hevði rakt hann, og hvussu hann ætlaði at liva við hesum. Átta mánaðir seinni beindi ólekjaandi sjúkan fyri honum.

Frá heilt ungum árum lá politikkur fremst í huga Zakariasar, og akademiska útbúgving hansara var eisini politisk vísindi, stjórnmálafrøði. Fleiri av bókaverkum hansara snúgva seg um politikk, serliga politisku søgu Føroya; og í mongum teirra ber hann fram nýggj sjónarmið, nýggjar søguligar veruleikar, sum fá høvdu givið sær far um framman undan, og øðrvísi hugsanir enn tær algongdu. Hann breyt upp úr nýggjum!

Men føroyskur politikkur er ørkymlandi at fáast við, og í mongum førum er torført at síggja nakra kós ella stórvegis skilvísi á hesum øki. Sum í flestu grannalondum er einans løtupolitikkur, sum hvørki lítur aftur- ella frameftir; hugmyndafrøði er eingin longur, tí kanska er lættari og minni krevjandi ikki at fáast við slíkt; við innantómum kanningum meta politisku flokkarnir um, hvat ið "fjøldin", blinda liðið, helst vil, og so laga teir "politikkin" eftir hesum. Og svikaligu miðlarnir stuðla og ørkymla. - Serliga í hálvum hjálandi sum Føroyum kann slíkt ikki bera nakað skilagott við sær.
Zakarias tók kortini virknan lut í hesum glantrileiki, tí hann metti, at bøtast kundi um. Hann stillaði upp til bæði kommunu-, løgtings- og fólkatingsval, og varð valdur í Tórshavnar uttanbýggja kommunustýrið og í Tórshavnar býráð. Men størstu og mest varandi íkøst hansara er tann mongd av fródligum greinum, ritgerðum og bókaverkum, hann legði eftir seg.
Umframt at vera lektari á studentaskúlanum í Hoydølum hevði hann egið bókaforlag, var í mong ár formaður í mentafelagnum Varðanum, har hann stílaði fyri at fáa kirkjubøkurnar út, og hevði listahandil í Vágsbotni. Forlagið Stiðin gav út hóp av dygdarverkum, m.a. týðingar hjá Axeli Tórgarð, orðabøkur, endurminningar og siðsøguligar bøkur. Og hann skrivaði og umsetti fleiri bøkur sjálvur.  

Bókmentaligu avrik hansara fevna um hesi verk. - 1965: Heimastýri; 1966: Message from the Faroese Students; 1970: Føroyar nú og komandi; 1973: Taxationsprotokol 1873; 1974: Hvat hendir á bygd (Ottar Brox); 1978: Eitt dukkuheim (Henrik Ibsen); 1988: Stjórnmálafrøði; 1992: Ensk-føroysk orðabók; 1993: Bergen-unionen og EF-union; 1999: Føroyar á vegamóti; 2004: Rithøvundabókin, Rithøvundafelag Føroya; 2008: Eikirøtur 1832-2007; 2008: Samskifti við stjórnmálamenn 1964; 2010: Deyðans stuðul (Dambisa Moyo); 2010: Fólkaatkvøðan 14. september 1946; 2013: The First Salute for the Independent Faroe Islands.  

Umframt hetta skrivaði Zakarias hóp av greinum, bæði politiskum og siðsøguligum. Ein var frálíka søgan um langabba okkara, sum róði í fýramannafari úr Kaldbak til Bíggjar at fáa sær konu; og fleiri aðrar vóru. - Seinasta, eg frætti, var, at hann var nærum liðugur við nýtt handrit til bók á donskum um einaræði Danmarkar í Føroyum, sum ein danskur professari nú hevur um hendi, og sum døturnar fara at geva út.

Tordis Vang hevði frálíkt viðtal við Zakarias í Sosialinum hin 1. november 2024, og hevur heitið "Eg havi altíð lopið stein av steini", sum hann sigur um seg sjálvan. Hetta er sera beinrakin lýsing av Zakariasi, og greinin gevur sjáldsama góða og neyva mynd av manninum.

Zakarias var merkismaður, sum legði dygdarverk eftir seg og tók stig til mong týðandi átøk. Hann skaraði framúr á fleiri økjum. Trúgvur, álítandi og hollur var hann; og mong okkara fara at sakna Zakarias. 

Hvíl í friði, góða systkinabarnið!


Tórður Jóansson


.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Býráðið vitjaði Norðoya Fornminna­savn
Patrik lovar tvey mál móti NSÍ
Javnaðar­flokku­rin fer í knús
Video: Hetta fær KÍ við Daniel
Daniel Johansen hevur skrivað undir við…
Vit elska KÍ
Fólka­flokku­rin buldrar fram
Okkara landslið ávegis til Silver League…
Patrik vitjar Norðlýsið
Mjølnir haft aðalfund
Býráðsskráin 28. mai 2025
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Tónlistaskúla­num tørvar hølir
Føroyingar undir Grønlandi
Tørvur á nýggjum sosial reformi
Jóhann: Far til handils og tak Norðlýsið…
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Varpið verður blátt leygar­dagin
Takið Norðlýsið við heim ókeypis