Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað, sum ikki var gjørligt undir formansskeiðunum hjá Høgna Hoydal og Jørgen Niclasen, nevniliga ein fullveldissamgonga, kann gerast veruleiki undir forfólkaskeiðunum hjá Beini Johannesen og Sirið Stenberg. Ikki minst tí at nýggja forkvinnan í Tjóðveldi vil aftur til røturnar og upprunavirði floksins um loysing og fiskivinnu

Antin høgrasamgonga ella fullveldissamgonga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.12.2024 - 14:03 Leiðarin Politikkur

Javnaðarflokkurin er enn einaferð stóri taparin av veljarakanningunum, og hóast ein kanning sjálvsagt bara er ein løtumynd, so hava so nógvar kanningar nú sagt tað sama, at Javnaðarflokkurin má síggja tað at lata lyklarnar til Tinganes-bygningarnar inn aftur innan tvey ár sum ein realistiskan møguleika. Tjóðveldi hevur hinvegin sveiggjað seg upp aftur til undirtøkuna á valinum, nakað sum heilt víst serliga er vegna forfólkaskiftið herfyri

 

 

Feskasta veljarakanningin gevur Fólkaflokkinum 9 tingfólk, Tjóðveldi 6 og Framsókn 2. Tað gevur 17, og harvið er meiriluti fyri eini fullveldissamgongu, skuldi valúrslitið gjørst tað sama.

Reyð/grøna rákið, sum hevur havt viðvind í nøkur ár, er í afturgongd kring stórar partar av heiminum, og tað sær eisini út til at henda her. Tjóðveldi var undir undanfarna formanninum eksponentur fyri tí reyð/grøna rákinum í miðstaðarøkinum, og tað ber ikki til at avnokta, at tað var upp á bekostning av gomlu kjarnuvirðum floksins, ið vóru at vera ein loysingarsinnaður fiskimannaflokkur. Bert elalítil og lutfalsliga týdningarleys fet eru tikin á fullveldiskós seinastu 20 árini, og fiskimaðurin hevur at kalla vent flokkinum bakið. Eisini hevur flokkurin mist nógv norðantil í landinum. Reyð/grøna kósin vann nakað inn aftur í Suðurstreymoy, skal tó sigast.

Her hevur nýggja forkvinnan verið sera greið. Hon vil aftur til gomlu virðini hjá flokkinum, har flokkurin skal vera pro-fiskimenn, pro-loysing, og so vil Sirið eisini savna útjaðara og miðstað. Sirið Stenberg kemur sjálv úr útjaðaranum, hon hevur úttalað seg greitt um at kunna góðtaka fiskiveiðiavtaluna við Russland – sum Tjóðveldisflokkurin sjálvur triði, umboðaður av Finnboga Ísakssyni sum varamanni fyri Petur Reinert undir formansskeiðnum hjá Erlendi Paturssyni, fekk í lag í 1977 – og hon hevur eisini lagt doyin á at seta fullveldismálið aftur á skinnarar. Forkvinnuvalið sjálvt og nú hendan veljarakanningin eru greið tekin um, at bæði inni í floksapparatinum og úti millum veljararnar er undirtøka fyri hennara politikki.

Javnaðarflokkurin er gamaní framvegis størstur av samgonguflokkunum, eisini í nýggjastu kanningini, men fer valúrslitið á komandi vali at líkjast hesi ella einari av nógvu undanfarnu kanningunum, so verður Javnaðarflokkurin orsøkin til, at hendan samgongan ikki kann halda fram. Hann kann gamaní royna at klinka eina heimastýrissamgongu við Sambandsflokkinum og øðrum av teimum smáu, men tann samgongan er minni sannlík enn ein fullveldissamgonga millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi umframt Framsókn. Vit hava áður skrivað, at ein fullveldissamgonga millum teir báðar er ógjørlig, so leingi Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal vóru formenn, og tað vísti seg sjálvsagt eisini at passa – men nú eru teir tað ikki longur.

Men skal Fólkaflokkurin taka Tjóðveldi fram um Sambandsflokkin, má Tjóðveldi helst eisini til at slaka nakað á reyð/grøna økinum og royna at fáa undirtøku frá vinnulívinum aftur. Tað fer uttan iva at kosta fleiri reyð/grønar og ”woke”-atkvøður í Havn, men tað fer heilt víst at geva atkvøður í vinnulívsøkjunum Eysturoynni og Norðoyggjum í staðin fyri. Og fyri fullveldismálið er tað avgjørt frægari at satsa upp á eitt sterkt vinnulív enn upp á at vera woke og reyðgrøn. Tað er havt á munni fleiri ferðir fyrr, og tað ger onki, um tað verður endurtikið, tí tað er satt: Uttan eitt sterkt vinnulív gerast Føroyar ongantíð fullveldi.

Í seinasta lagi um 2 ár skulu føroyingar aftur á val. Og vegurin til eina fullveldissamgongu liggur eftir nýggjastu veljarakanningini at døma opin. Javnaðarflokkurin er ein søkkandi skúta, og nógv bendir tí á, at vit fáa antin eina høgrasamgongu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, ella nevndu fullveldissamgonguna eftir komandi val.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…