Lýsing
Lýsing
Lýsing
Carlsberg hevur júst selt sítt russiska bryggjarí, Baltika, men fleiri aðrar danskar fyritøkur operera framvegis í Russlandi og forvinna sær nógvan pening upp á tað | Mynd: Alexander Nemenov/AFP/Ritzau Scanpix (her frá Berlingske Business).

Danskar fyritøkur selja fyri milliardir í Russlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2024 - 16:02 Leiðarin Politikkur Vinna

Røddir hava verið frammi um, at Føroyar eru í vanda fyri at enda á ”skeivu síðuni av søguni”, um vit hava eina fiskiveiðiavtalu við Russland. Men gera vit tað, so enda flestu atfinnararnir eisini har, ikki minst Danmark. Danskar fyritøkur handla nevniliga framvegis í millardaklassanum við Russland.

 

 

Rockwool, Novo Nordisk, Ecco og Pindstrup eru millum størstu donsku fyritøkurnar í Russlandi. Rockwool umsetti fyri meira enn 1,5 milliard í 2023, og hevði eitt úrslit eftir skatt áljóðandi 270 milliónir. Hetta stendur at lesa í teirra roknskapum fyri 2023. Onkrar av hesum fyritøkunum siga gamaní, at tær fegnar vilja úr Russlandi, men tær hava eftir øllum at døma ongan skund.

Og av tí at donsku fyrirtøkurnar handla í Russlandi sjálvum, so gjalda tær skatt til russiska statin.

Meira kann lesast um hetta á https://www.berlingske.dk/business/business-overblik-danske-virksomheder-saelger-fortsat-for-milliarder-i (krevur hald).

Eisini vita vit, at ES-lond framvegis keypa í milliónavís av kubikkum av gassi úr Russlandi, ikki minst ígjøgnum rørleiðingar, sum ganga ígjøgnum Ukraina.

Hóast Danmark ikki hevur kravt av donskum fyritøkum, at tær trekkja seg úr Russlandi, og hóast Danmark ikki hevur lagt trýst á sínir samveldisfelagar í ES um at gevast við at keypa gass úr Russlandi, so hava danskir politikarar púra ósmæðið staðið og sagt, at teir eru ”fuldstændig ligeglad med de fiskeriaftaler” um føroysku fiskiveiðiavtaluna við Russland.

Við øðrum orðum hava danskir fólkatingslimir onki ímóti, at danskar fyritøkur handla fyri milliardir í Russlandi, og teir hava onki ímóti, at ES (har Danmark er limur) keypir fleiri milliónir m³ av gassi úr Russlandi. Men tað er teimum ein tornur í eygað, at lítlu Føroyar hava eina fiskiveiðiavtalu, sum enntá er um mat, ið ST greitt hevur sagt skal undantakast sanktiónum.

Men í øllum førum hava Føroyar nú fingið krút til at skjóta aftur við, um nú danskir politikarar aftur byrja at ilskast inn á okkara fiskiveiðiavtalu. Sjálvir kunnu teir gera nógv størri mun við at sópa fyri egnum durum fyrst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…