Lýsing
Lýsing
Lýsing
David Axelrod, ið var ráðgevi hjá Barack Obama, segði CNN, at tilgongdin hjá Demokratiska flokkinum til arbeiðarastættina hesa ferð svarar til, at ein fólkalívsfrøðingur ella missionerur kom fram á bygdafólk og segði við tey, at »Vit kunnu hjálpa tykkum at blíva meira líka sum vit«. Sum um tey, sum arbeiða handaligt, eru á lægri støði. | Mynd: CNN

Arbeiðarin rýmir til høgru – undan akademikarum og reyð/grønum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2024 - 16:52 Leiðarin Mentan Politikkur

Tey seinnu árini hava vit sæð eitt rák, har borgarlig úr hægru samfelagsløgunum hava meldað seg inn í arbeiðaraflokkar og at kalla yvirtikið teir innanífrá. Nú eru tað ikki tímalønti arbeiðarin, fiskimaðurin ella fakfelagshetjan, sum myndar upprunaliga arbeiðaraflokkin, men bestuborgarar við hægri útbúgvingum og tey reyð/grønu, ið so at siga onki hava í felag við verkafjøldina. Arbeiðararnir eru fremmandagjørdir í sínum egnu flokkum, og úrslitið hevur verið, at arbeiðarar, fiskimenn og vaskifólk eru trýst yvir á høgravongin

 

 

Mong munnu tey vera, sum nú klóra sær í nakkanum eftir stórsigurin hjá Donald Trump á Kamalu Harris. Donald Trump hevur havt mong rættarmál hangandi yvir høvur sítt, er ímóti fosturtøku, hevur havt misogynistisk úttalilsir, er ein eldri hvítur maður o.s.fr. Kortini valdu nógvar kvinnur hann, nógv ung, nógv litt fólk, nógvir latínamerikanarar. Hvussu bar tað til? Nøkur boð eru komin:

David Axelrod, ið var ráðgevi hjá Obama-kampanjuni, sigur, at tey sum arbeiða við høvdinum (akademikararnir, blðm.) hava víst vantandi virðing fyri teimum, sum arbeiða við hondunum og rygginum. Og Bernie Sanders, sum sjálvur kemur úr arbeiðarastættini, har familjan ikki hevði ráð til gardinur ella teppi, tekur blaðið frá munninum og sigur, at Demokratiski flokkurin hevur ”abandoned working class people”, svikið arbeiðarastættina.

Samanumtikið hava vælbjargaðu akademikararnir og tey reyð/grønu, sum hava yvirtikið siðbundnu vinstraflokkarnar, víst vantandi virðing fyri yrkjunum hjá upprunaliga limaskaranum í flokkunum, nevniliga arbeiðarunum, eitt nú við at vilja ofra størv hjá arbeiðarunum á t.d grøna altarinum. Eitt nú við at siga, at tað er í lagi, at verkafólk í oljuvinnuni missa størv síni vegna grønu kósina, sum tey eru komin við. Og Bernie Sanders leggur afturat, at valúrslitið týsdagin ber týðilig boð um, at arbeiðarastættin nú vendir Demokratunum bakið, tí flokkurin hevur vent arbeiðarastættini bakið.

Føroyski lesarin kann sjálvur meta um, hvørt hann sær líknandi rák í føroyskum politikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…