Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nærdemokratisku hetjurnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  04.11.2024 - 16:03 Leiðarin Politikkur

Í kommunupolitikki er tað als ikki sum í landspolitikki, har ein stjórn við høgari løn situr fjarskotin frá borgarunum og tekur avgerðir um lív teirra. Nei, í kommunupolitikki gongur tú mitt millum viðhaldsfólk og mótstríðandi áhugamálini til dagligt, og tú skalt síggja tey fólkini í eyguni, sum tú tekur avgerðir fyri, hvønn dag. Tað krevur tí væl meiri dirvi at bjóða seg fram til kommunalpolitikk enn til landspolitikk, samstundis sum lønin bert er ein viðfáningur. Tí eru tit, sum bjóða tykkum fram nú, longu eitt slag av hetjum.

 

 

Góðu valevni!

Vit vita, at so gott sum ongin stillar upp til eitt kommunuval vegna pengarnar. Tað vita vit, tí burtursæð frá borgarastjóralønini á teimum størru plássunum er fíggjarliga samsýningin til kommunustýrislimir lítil. Elalítil, um samanborin við løgtingslønirnar. Tað sigur so nógv sum, at tað er tí, at man brennur fyri onkrum, at man stillar upp til kommunuval. Vandin fyri at velja ein livibreyðspolitikara er nærum ongin í kommunuhøpi.

Tað er í grundini ongin sjálvfylgja, at vit í heila tikið fáa mannað kommunustýrini í Norðoyggjum. Sum politikari mást tú finna teg í sera nógvum. Tú fært naskar spurningar frá andstøðuni og fjølmiðlunum, tú kanst leggja rygg til at vera ákærd/ur fyri líkt og ólíkt, og vit hava enntá sæð í seinastuni, at tá valstríðið gerst eyka skitið, verður enntá lagt eftir tíni familju. Og í onkrum føri kanst tú verða sett/ur í bás.

Tað ger seg sjálvsagt serliga galdandi í stóru kommununum, ið hava flokspolitiska uppstilling – í Norðoyggjum er tað bert Klaksvíkar Kommuna. Tað er sera ósannlíkt at sleppa í kommunustýri uttan at vera limur í einum av flokkunum, sum eisini stilla upp til Løgtingið. So fyri at koma í Klaksvíkar Býráð mást tú ”bekenna kulør” og eyðmerkja teg sjálva/n sum fólkaflokskvinnu, sambandsmann, tjóðveldisfólk og so framvegis. Tað er ein prísur, ein noyðist at gjalda fyri at fáa ávirkan í eitt nú Klaksvíkar ella Tórshavnar Kommunu, og tað er væl hugsandi, at onkur setist aftur, tí prísurin eftir teirra tykki er ov høgur.

Felags fyri tykkum, ið stilla upp, er, at tit vilja gera okkurt gott fyri nærsamfelagið. Tað kann vera at rætta ein skeivleika, uppraðfesta eitt øki, geva evnum sum tónleiki, ítrótti ella mentan betri sømdir ella hvat tað skal vera. Øll eru bara ikki samd um, hvat tað besta er, og soleiðis eigur tað at vera. Vóru øll samd, var bara neyðugt við einum einstøkum býráðs- ella bygdarráðslimi. Vit hava fleiri, tí vit skulu hava fleiri sjónarmið við. Sjónarmiðini hjá flestu borgarunum.

Øll lata vit umleið 20% av okkara inntøkum til okkara kommunu. Tað verður tí ein sera stór fíggjarlig ábyrgd, tú sum kommunustýrislimur kemur at sita við. Og tú verður bert vald/ur, um borgarin hevur nóg stórt álit á tær til at geva tær ta ábyrgdina.

Valkvøldið 12. november skalt tú so á vágskálina og fært veljarans dóm. Tá fer at standa nógv á, og sterkar kenslur koma upp at venda – sigurssæla, vónbrot, gleði, harmur og alt kensluspektrið. Sjálvt um tú ikki fært veljarans undirtøku, hevur tú longu víst avbera stórt dirvi við at stilla upp og útseta teg fyri valstríðnum og veljarans dómi, sum kulminerar við hesum lagnukvøldinum. Hiðani skal tí ljóða eitt herðaklapp til tín longu nú – tú ert longu djørv ella djarvur.

Gott valstríð, nærdemokratisku hetjur!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahald hjá KBI
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík
Mjølnir hevði jólahugna
Fráfaringarløta fyri Margit Andersen
Praktisk kunning í sambandi við at tunla…
Grindamanna­felagið stúrir fyri framtíðin…
Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard
Jólahald í KBI – Ein hugnalig siðvenja h…
Húgvur til borgarar í Hvannasunds kommun…
Tankar í samband við fíggjar­lógarviðgerð…
Kvoturnar í Barenthavi­num minkað minni e…
Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sí…