Lýsing
Lýsing
Lýsing

Andras Sólstein: Langubrekka í søguna

SKRIVAÐ: Andras Sólstein  |  29.01.2019 - 11:58 Eldri tíðindi Tíðindi

Ja sárt er tað. Eg eri ein av teimum sum havið notið Langubrekku við stórari gleði.

Úr greinasavninum 06.10.2006 - 10:00:

Langubrekka var í okkara eygum bert fyri teir stóru dreingirnir. Vit skíðaðu á stykkinum hjá Sigfred, fyrst norðanfyri hessjuna, har var bert ein lítil bakki og seinri norðanfyri, har vóru tveir. Tá vit høvdu sigrað Sigfred vóru vit til reiðar til Langubrekku, The Big Challange!,

Vit? ja vit vóru Vágsheygadreingirnir, Andras hjá Alex, Gulak, Andrass hjá Raggu, Petur Martin hjá Arna Vask, Eyðfinn hjá Mórits hjá Oyra-Kristoffur, John Hjá Eli, Páll bróðir, Henry hjá Inu og fleiri aðrir. Seinastu ferð eg var í Langubrekku hevði eg ikki staðið á skíð í fleiri ár, men ein dagin í 80´unum var avbera gott skíðveður og eg helt at ein síðsta túr í Langubrekku mátti eg fara.

Uppi á Fossabrúnni legði eg planirnar fyri túrin, fyrst tvey Telemarkssving oman til garðin, so høvdina undir garðinum, eitt lítið lop og til endans eitt Super-G sving omanfyri Norðlýsið. (til æru fyri konufólkini, sum eg visti hugdu). Fyrsta strekkið gekk gott, men við høvdina undir garðinum gekk galið, ístaðin fyri ikki at gerða avsett og strekkja beinini út og á tann hátt umgangað at eitt flog, settið eg av, av allari megi og krepti beinini upp undir meg og sum ein annar Eddie The Eagle fleyg uppi í luftini. Tí beint aðrenn eg fór avstað haruppifrá hoyrdi eg onkran av teimum ungu, siga "Er hann ikki gamal, hasin har?"

Men eg skuldi fanin-í gali-meg vísa teimum at eg var "a mean motherfucker". Ein "helicopter" so lending.

Lendingin var hørð, og kompinaraða Super-G Stenmark slalom vendingin var bara hálv, men hesjan hjá Tamar stegðagi mær, sum veirarnir steðgað jet-flogførðunum á flogberunum, annars hevði eg rent við fullari ferð á garðin hjá Jógvan í Svínoy.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival