Hans Djurhuus 40 ára starvsdag
Rættur fagnaðarrómur var á politistøðini í Klaksvík í dag. Ein av okkara umhildnu "lokalu" politimonnum varð ynsktur tillukku á sínum 40 ára starvsdagi.
Upp vóru møtt nógv politifólk, umframt Fútin sjálvur, John Kølbæk, Chef politiinspektørur Erik Nymark Jensen, Linda Hesselberg, almennur ákæri, Kristian Dahl, støðleiðari og Jógvan Páll Joensen, fyrrverandi støðleiðari í Klaksvík, ið eisini helt røðu fyri Hans. Fútin helt eisini eina sera viðkomandi røðu, har hann rósti Hans Djúrhuusi fyri góða og trúgva tænastu. Fútin segði millum annað, at Hans hevði fingið til uppgávu at taka ímóti nýggjum politistum, ið komu av skúla og til Føroya at vera politistar. Hesir skuldu so skúlast til føroyska samfelagið, og tað arbeiðið rósti hann Hans fyri.
Jógvan Páll Joensen, takkaði eisni fyri gott samstarv og ynskti Hans Djúrhuusi hjartaliga tillukku. Hann segði at tað altíð hevði ligið Hansi á hjarta at støðin í Klaksvík skuldi vera tann best virkandi í landinum. Frá síni sjómanstíð, hevði Hans Djurhuus orðafelli um, at Hans "ongantíð hevði kent ein skipara, ið vildi vera næstbestur.
Vit á Norðlýsinum fara eisini at ynskja Hans Djurhuusi hjartaliga tillukku við teim mongu árunum her í býnum.