Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: www.thekidsshouldseethis.com

Fullmáni og mánamyrking – samstundis!

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.01.2018 - 17:56 Eldri tíðindi Tíðindi Veðrið

Supermáni er ikki bert tá ið mánin er allarnæst jørðina; supermáni er eisini, tá ið næstan so nær við jørðina, sum tað ber til.

Hvørt ár er tendring (nýmáni) 12 ella 13 ferðir og fullmáni 12 ella 13 ferðir. Ímeðan mánin soleiðis ferðast kring jørðina, broytist frástøðan ímillum hesar himmalknøttarnar úr 356.500 km upp í 406.700 km. Miðalfrástøðan er 384.000 km.

Tíðarskeiðið ímillum tendring og fullmána er regluligt, og tað er broytingin í frástøðuni eisini. Men hesi bæði tingini skifta ikki saman og hava ikki sama týdd (frekvens). Men viðhvørt er mánin nær við jørðina samstundis sum tað er fullmáni ella tendring. Tað hendir 3-4 ferðir um árið. Tá sæst mánin vera størri á at líta – og onkasteðs verður hann tá kallaður super-máni.

Supermáni er ikki bert tá ið mánin er allarnæst jørðina; supermáni er eisini, tá ið næstan so nær við jørðina, sum tað ber til.

Seinasti supermáni var 2. januar í ár. Tað er vanligt, at fyribrigdið sæst við tøttum millumbili fyri síðan ikki at síggjast aftur í longri tíð.

Næsti supermánin verður 31. í hesum. Hetta hendur samstundis, sum hann er fullur næstan so nær við jørðina, sum til ber. Jørðin verður tá ið plaserað mitt ímillum sólina og mánan – tað verður full mánamyrking.

Hetta verður mikudagin frá klokkan 12.51 til klokkan 14.07 føroyska tíð.

Ímeðan mánin er fjaldur fyri sólini aftan fyri jørðina, verður hann reyður á at líta, tí sólarljósið fer at smoygja seg fram við jørðini og lýsa á mánan á sama hátt, sum tá ið tað er sólarris ella sólsetur.  

Mánamyrkingin sæst ikki úr Føroyum. Hon fer at síggjast kring Stillahav, hinumegin jørðina.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival