Verkætlanarleiðari til Bústaðir
Søkt verður eftir byggifrøðingi, verkfrøðingi, ella persóni við aðrari viðkomandi útbúgving til teknisku umsiting hjá Bústaðir.
Vit leita eftir einum verkætlanarleiðara til fulltíðarstarv, sum trívist við at hava fleiri uppgávur ísenn. Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika at menna bústaðarbygging í Føroyum.
Arbeiðsøkið:
• Standa fyri størri og minni verkætlanum
• Dagligt samskifti við ráðgevarar, arbeiðstakarar og aðrar veitarar
• Tryggja at verkætlanir verða framdar sambært avtalu
• Gera útbjóðingartilfar í samband við verkætlanir
• Samskipa langtíðarætlan, rakstur og viðlíkahald saman við leiðandi húsavørði
• Málsviðgerð av innkomnum málum á tekniska økinum
Førleikar:
• Tú ert byggifrøðingur, verkfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
• Hevur vitan um verkætlanir. Royndir innan verkætlanarleiðslu er ein fyrimunur
• Hevur royndir innan tilboð og útboð av verkætlanum
• Hevur góðar telduførleikar
• Ert opin og fyrikomandi, og hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða:
• Eitt rúmligt arbeiðspláss við góðum og dugnaligum starvsfelagum
• Eitt starv við fakligum avbjóðingum
• Góðar møguleikar fyri menning
Vit vænta, at tú:
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og við fleiri uppgávum ísenn
• Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
• Ert tænastusinnað/ur
Tekniska umsiting nýtir tey vanligu Office forritini, Autodesk revit/autocad, Dalux, Business- central.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og útbúgvingarprógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 07.06.2026 og skal sendast til starv@bustadir.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Ósá, stjóri, á tlf. 790388.
Bústaðir er eitt alment bústaðafelag undir Almanna- og bústaðarmálaráðið. Bústaðir fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipaði viðurskifti eru á leigumarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at fíggjarkarmarnir til umvæling, rakstur og viðlíkahald eru hóskandi. Vit hava tilsamans 625 leigumál í dag. Sí meira um Bústaðir á heimasíðu okkara www.bustadir.fo
25. mai 2026
1. jun 2026
9. jun 2026
1. jun 2026
1. jun 2026
1. jun 2026
25. mai 2026
20. jun 2026
14. jun 2026
9. jun 2026